Føroyar væl ávegis móti Erasmus+ í 2028

Fyrireikingarnar til føroyskan limaskap í Erasmus+ ganga eftir ætlan. Endaligi kostnaðurin er tó ikki kendur, og bæði tjóðarskrivstovan og Altjóða skrivstovan á Fróðskaparsetrinum skulu styrkjast.

Føroyar skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum.

 

Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinnu.

 

Síðan tíðliga í 2025 hava Føroyar og ES-nevndin havt regluligar fundir um føroyska atlimaskapin. Fundirnir skulu leggja grundarlag undir formligu samráðingarnar, sum væntandi byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027.

 

– Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin.

 

Ein føroysk tjóðarskrivstova fyri Erasmus+ varð sett á stovn í 2025 við einum fulltrúa, og eitt starvsfólk aftrat verður sett í næstum.

 

Kostnaðurin er ikki kendur

 

Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært landsstýrismanninum verður fulli kostnaðurin ikki kendur, fyrr enn formligu samráðingarnar eru lidnar. Tað verður væntandi síðst í 2027.

 

Arbeitt verður tó miðvíst við teimum fíggjarligu, starvsfólkaligu og skipanarligu fyrireikingunum, og arbeiðið gongur eftir ætlan.

 

Landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum, so hvørt virksemið hjá tjóðarskrivstovuni veksur og fleiri starvsøki verða løgd undir hana.

 

Setrið skal góðkennast

 

Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitetið í Føroyum og skal tí lúka fleiri formlig krøv enn aðrir føroyskir útbúgvingarstovnar.

 

Setrið skal millum annað fáa eina serliga Erasmus+-góðkenning frá ES-nevndini, nevnd Erasmus Charter for Higher Education, ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028.

 

Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd.

 

Leiðsla, undirvísarar, granskarar og fyrisiting arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini.

 

Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki skulu fevnast av fyrstu skiftisavtalunum, og hvørjar útlendskar útbúgvingarstovnar samstarvast skal við.

 

Ein raðfesting er, at lesandi á Setrinum skulu kunna taka partar av útbúgving síni í fakum, sum ikki verða boðin út í Føroyum. Samstundis skulu lesandi uttanlands kunna taka partar av útbúgving síni á Fróðskaparsetrinum.

 

Hetta kann eisini geva føroyskum lesandi uttanlands møguleika at koma á Setrið í eitt tíðarskeið.

 

Altjóða skrivstovan skal styrkjast

 

Altjóða skrivstovan á Fróðskaparsetrinum skal nýskipast og mennast, áðrenn Setrið er til reiðar at taka lut í Erasmus+.

 

Skrivstovan skal fyrisita skiftislestur og skiftisstørv hjá bæði føroyskum og útlendskum lesandi og starvsfólkum.

 

– Tað er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuni, sum verður løgd aftrat, skrivar Bárður á Lakjuni.

 

Hann staðfestir, at ein styrktur starvsfólkahópur er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann fyrisita flytførið hjá lesandi og starvsfólkum í Erasmus+.

 

Krøvini til aðrar útbúgvingarstovnar, sum ikki eru universitet, eru færri og einfaldari. Tjóðarskrivstovan hevur sambært landsstýrismanninum støðugt samskifti við aktørar innan frítíð, ítrótt, yrki og útbúgving í Føroyum.