Argentinska fótbóltslandsliðið skal nú finna sær ein nýggjan leiðara. Størsta stjørnan á liðnum seinastu nærum 20 árini hevur valt at gevast.
Lionel Messi boðar í einum uppslagi á Instagram frá, at hann hevur gjørt av at enda sína yrkisleið á landsliðnum.
39 ára gamli áleyparin spældi 207 landsdystir og skoraði 125 mál fyri Argentina. Størsta løtan kom í 2022, tá ið hann førdi tað fótbóltsøra suðuramerikanska landið til heimsmeistaraheitið.
Tað var fyrsta HM-heitið hjá Argentina síðan 1986, tá ið Diego Maradona var stóra stjørnan á liðnum.
Messi og Argentina komu aftur í eina HM-finalu í summar, men í USA tapti liðið 1-0 fyri Spania eftir longda leiktíð.
Í 2014 vóru Argentina og Messi eisini í HM-finaluni. Tá tapti liðið somuleiðis 1-0 eftir longda leiktíð, og Týskland gjørdist heimsmeistari.
Ritzau










