Skanning av bróstum í Klaksvík byrjar í november

Skanningarnar skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba

Fyrstu kvinnurnar verða eftir ætlan MR-skannaðar fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november. Skanningarnar skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba.

 

Sjúkrahúsverkið er komið so mikið væl áleiðis við fyrireikingunum, at MR-skanningar av bróstum væntandi kunnu byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november 2026.

 

Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi millum annað, um Sjúkrahúsverkið er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, nær fyrstu skanningarnar kunnu byrja, og um 3 Tesla-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal brúkast til endamálið.

 

Sambært landsstýriskvinnuni verða fyrstu kvinnurnar eftir ætlan skannaðar í november. Sjúkrahúsverkið er tó framvegis í holt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar.

 

Báðir skannararnir kunnu brúkast

 

Bæði 3 Tesla-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og 1,5 Tesla-skannarin á Landssjúkrahúsinum kunnu brúkast til MR-skanning av bróstum.

 

Tað verður ein læknafaklig avgerð, hvør skannari verður brúktur í hvørjum einstøkum føri.

 

Ávísar umstøður kunnu gera, at 3 Tesla-skannarin ikki kann brúkast. Hetta kann til dømis vera, um sjúklingurin hevur ávís implantat. Í slíkum førum kann 1,5 Tesla-skannarin verða brúktur í staðin.

 

Kemur ikki í staðin fyri mammografi

 

MR-skanning av bróstum verður ikki eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin fyri mammografikanningar.

 

Skanningarnar verða serliga nýttar til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna arvalig viðurskifti, eitt nú BRCA-ílegubrek.

 

MR-skanning kann eisini verða brúkt, tá kvinnur við bróstkrabba fáa kemoviðgerð áðrenn skurðviðgerð. Harumframt mæla evropeiskar leiðreglur til, at MR verður brúkt sum tillagað screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað.

 

Hetta verður tó ikki eitt vanligt screeningtilboð til allar kvinnur.