Føroyar varðveita somu kredittmeting

Í juni 2025 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya.

Mánadagin 29. septembur gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

 

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Onnur lond, ið hava hesa rating eru Qatar, United Areb Emirates og Suður Korea.

 

Ratingin á Aa2 er samansett av tveimum, 1) eini grundleggjandi kredittmeting (Baseline Credit Assessment - BCA), sum er ein meting av afturgjaldsevnunum hjá landskassanum og 2) at Moody’s metir tað sera sannlíkt at Danmark, við hægstu kredittmeting á AAA, kemur Føroyum til hjálpar í kreppu.

 

Grundleggjandi kredittmetingin (BCA) er aa3, meðan samlaða kreditmeting er Aa2, við støðugum útlitum.

 

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

 

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 millum annað at:

 

  • Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
  • Góð rakstrarúrslit (áðrenn løgur) 
  • Føroyar hava stórt gjaldføri (minstagjaldføri á 3,975 mia. kr.)
  • Skuldin er lutfalsliga lítil

 

Avbjóðingarnar eru:

 

  • Einstáttaður búskapur
  • Høgan íløgutørv, tí fólkatalið veksur

 

Føroyar hevur sostatt eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður broytt.

 

Tað sum kann gera ratingina betri er, um búskapurin verður meira fjøltáttaður og um landskassin megnar at fáa munandi yvirskot á fíggjarætlanini. Støðu góð fíggjarlig úrslit hjá landskassanum saman við enn betri gjaldføri og einum enn lægri skuldarstigi toga eisini tann vegin.

 

Tað sum kann gera ratingina verri er, um skuldin veksur munandi, um landskassin hevur hall í fleiri ár á rað, um óvæntaður stoytur rakar fiskivinnuna/alivinnuna og um sambandið við Danmark viknar. 

 

ESG-rating

 

Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eisini eina ESG-rating. ESG ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá:

 

  • Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagi. (Environment)
  • Sosialt umhvørvi, til dømis um, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal av eldri fólki verður fíggjað (Social)
  • Stjórnarskipan í breiðum týdningi, millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar. (Governance)

 

Karakterskalin gongur frá 1 (best) til 5 (vánaligast). Føroyar fáa karakterirnar 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan. Miðal av hesum trimum hjá Føroyum er sostatt 2, sum er næst besta ratingin. Ratingin er ikki broytt frá 2024 til 2025.

 

ESG ratingin hevur enn ikki ávirkan á fíggjarligu ratingina.

 

Tíðindaskriv og lánførismetingin frá Moody’s kann lesast her.