Føroyar vera styrkismettar í HM-undankappingini

Lutakastið verður í morgin klokkan 13.30

HSF skrivar:

 


- Spennandi lutakastið til HM-playoff dystirnar hjá monnum verður í morgin, leygardagin uml. kl. 13.30 í Danmark. Lutakastið verður stroymt á Home of Handball á youtube.

 

Talan er um úti- og heimadyst, har vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi í januar 2027. 

 

Playoff-dystirnir verða leiktir í viku 20, hin fyri miku- ella hósdagin 13./14. mai og hin seinni leygar- ella sunnudagin 16./17. mai. 

 

Góða úrslitið hjá úrslitið hjá Føroyum í EM-endaspælinum, har Føroyar endaðu nr. 13, hevur tryggjað Føroyum styrkismeting í hægra bólkinum. 

 

Ovara styrkisbólkur:

 

Frakland, Slovenia, Noreg, Ungarn, Spania, Sveis, Norðurmakedonia, Niðurlond, Eysturríki og FØROYAR.

 

Niðara styrkisbólkur:

 

Kekkia, Italia, Bosnia hersegovin ella Kosovo, Georgia ella Ísrael, Ukraina ella Slovakia, Serbia ella Litava, Pólland ella Lettland, Turkaland ella Rumenia, Grikkaland ella Belgia, Finnland ella Montenegro. Skrivar HSF.