Portugal endar á einum fimta plássi, og Svøríki endar á einum sætta plássi í EM-endaspælinum í manshondbólti.
Í Boxen í Herning vann Portugal dystin um fimta plássið 36-35. Martim Costa (myndin) skoraði sigursmálið í allarseinasta sekundinum. Í hálvleikinum var støðan javnleikur 16-16.
Martim Costa var við níggju málum toppskjútti hjá Portugal. Toppskjútti hjá Svøríki við átta málum var Lukas Sandell.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum um fimta plássið:
##med2##











