Landsliðsárið í fótbólti hjá monnum hevur verið betri enn nakrantíð, og tað endaði við sigri, tá ið Eyðun Klakstein og hansara menn í kvøld setti punktum við sigri í vinadysti ímóti Kasakstan, sum varð spældur í Kroatia.
Føroyar vunnu 1-0. Sigursmálið skoraði Petur Knudsen í 25. minutti. Fyri fyrstu ferð síðani hann grundlógardag varð skaddur í vinadysti í Georgia, noyddist skaddur av vølli, var Petur Knudsen millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum.
Hann var fremsti maður, og umframt at hann skoraði einasta málið, so rann hann seg tvær aðrar ferðir í støður, sum kundu havt borið mál við sær.
Hetta var fimta ferðin í ár, at Føroyar fóru av vøllinum við sigri. Føroyar hava spælt 10 dystir í ár. Úrtøkan er fimm sigrar og fimm tap, og málmunurin er 12-10.
Í fyrra hálvleiki vóru Føroyar meiri í álopsstøðu enn mótstøðumenninir. Í seinna hálvleiki vóru Føroyar meiri í verjustøðu, men bæði undan og eftir steðgin vóru tað føroyingarnir sum vunnu seg til góðar málmøguleikar. Eitt nú vóru Árni Frederiksberg og Jann J. Benjaminsen í góðum støðum, tá ið teir royndu seg, og so er tað lætt at skilja, at Adrian Justinussen, sum í kvøld var ytstur á framrættaðum miðvallarplássi í vinstru, iðrar seg. Miðskeiðis í seinna hálvleiki smekkaði hann úr 24 metrum og eitt sindur til vinstru til, og bólturin brast í tvørtræið og í bakið á málverjanum, áðrenn verjan ruddaði burtur.
Hetta var onnur ferðin, at Petur Knudsen var málskjútti á landsliðnum. Málið skoraði hann, tá ið hann mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið eftir sending frá miðverjanum Arnbirni Svensson.
-Hugburðurin var góður, verjuspælið var gott, og vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál, enn tað, sum vit fingu, sigur Petur Knudsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1, og hann heldur fram:
-Kanska ljóðar Kasakstan ikki av so nógvum, men vit skulu minnast, at liðið, sum vit í kvøld vunnu ímóti, fyri fáum døgum síðani spældi 1-1 ímóti Belgia.
Meginreglan hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum hevur verið, at tað snýr seg um væl skipað verjuspæl og at móttøðuliðið ikki skal vinna seg til upplagdar møguleikar. Soleiðis var tað eisini í kvøld. Bárður á Reynatrøð bjargaði eina ferð heilt væl, tá ið hann eftir langskot úr høgru tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan. Onkrar spentar støður vóru, tá ið føroyska liðið í seinna hálvleiki var nógv í verjustøðu, men Odmar Færø, sum í kvøld var liðformaður, Gunnar Vatnhamar og Arnbjørn Svensson, sum mannaðu miðverjuna, vóru væl skipaðir og ruddaðu væl burtur og blokeraðu.
Sammett við liðið, sum tapti 3-1 ímóti Kroatia, vóru sjey nýggir á føroyska liðnum, og i seinna hálvleiki vórðu seks føroyskir spælarar skiftir inn. Ein av teimum var Ási P. Dam úr HB, sum fyri fyrstu ferð var á landsliðnum. Hann er sambært FaroeSoccer landsliðsspælari nummar 197, síðani Føroyar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin.
Føroyar – Kasakstan 1-0 (1-0)
1-0: Petur Knudsen 25.
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen (Ási P. Dam, 89.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Géza Dávid Turi, 78.), Jákup Biskopstø Andreasen (René Shaki Joensen, 89.), Jóannes Bjartalíð (Jóan Símun Edmundsson, 78.), Adrian Justinussen (Hanus Sørensen, 68.) – Petur Knudsen (Meinhard E. Olsen, 68.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Poul Kallsberg, Páll Andrasson Klettskarð.











