Hjartafelagið bjóðar monnum til hugnakvøld

Tað er ein sannroynd, at menn hava ilt við at tosa við aðrar menn um avleiðingar av sjúku – soleiðis er eisini við hjartasjúku.

Tíðindaskriv frá Hjartafelagnum:

 

Tí skipar Hjartafelagið fyri hugnakvøldi fyri menn við hjartasjúku, fyri at geva monnum eitt høvi til at tosa við aðrar, sum hava somu royndir, avbjóðingar og upplivingar.

 

Hóast sjúkueyðkenni og viðgerðir kanska ikki eru eins, so kunnu tað vera somu tankar, stúranir og gleðir, sum gera seg galdandi.

 

Okkara royndir eru, at menn hava stóran tørv á at tosa saman, tá vit skipa fyri slíkum tiltøkum. Felags fyri fleiri teirra er, at teir sakna hendan møguleikan í tí dagliga.

 

Tiltakið verður 20. november, kl. 19.00 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10c í Havn.

 

Vælkomin!

 

Heilsan

 

Nevndin