Føroyingar á odda í Spania

Helgi Winther Olsen og Lisette Rosenbeck Christensen, sum umboðað súkklufelagið TREK MTB.fo liggja á odda í kapping í Spania.

Lisette Rosenbeck Christensen og Helgi Winther Olsen liggja á odda í fjallasúkklukappingini Andalucia Bike Race, sum er í Spania hesa vikuna. Tey bæði, sum umboðað liðið TREK MTB.fo vunnu fyrsta teinin, og liggja 2 minuttir framman fyri nummar tvey og seks minuttir framman fyri nummar fýra.

 

Andalucia Bike Race er eitt sonevnt stage race, har kappast verður á einum teini hvønn dag í seks dagar. Teinarnir eru millum 50 og 90 kilometrar langir, og fevna um millum 1500 og 2500 hæddarmetrar. Kappingin er á fjallasúkklu og lendið fevnir um blandað asfalt, grúsvegir og smáar rásir. 

 

Fyrsti teinurin var ein 50 kilometra long prolog. Tað lá væl fyri hjá teimum báðum, sum, av tí at tey eru eitt vet tyngri enn suðurevropisku kappingarneytarnir, kanska hava ein vansa í mótbrekkuni, kortini hingu væl við, og í undanbrekkuni vístu, hvørjar knotur eru í teimum.

 

Til ber at fylgja TREK mtb.fo á facebook-vanga teirra. Úrslit frá Andalucia Bike Race er at síggja her.