Føroyingar hóttir á internetinum til at senda pengar

Boðskapurin frá løgregluni er greiður: Fólk skulu ALDRIN lata seg kroysta til at gjalda

Tað hendir seg javnan, at fólk fáa hóttanarbrøv við telduposti um at senda pengar, annars verða ónærisligar myndir av teimum almannakunngjørdar.

 

Og beint nú eru fleiri slík hóttanarbrøv í umfari, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at í hesum føri hava fleiri fólk fingið boð um at flyta eina upphædd, annars verða myndir av teimum almannakunngjørd.

 

Sendarin er útlendingur, so hann verður ringur at finna. Men boðskapurin frá løgregluni er, at fólk skulu ALDRIN lata seg hótta til at senda pengarnar.

 

Tað er eingin vissa fyri, at hóttanin hvørvur fyri tað og vandi er eisini fyri, at so verða fólk bara hótt eina ferð afturat.

 

Men løgreglan sigur, at í hesum føri var hóttanin so amatørkend, at tað var týðiligt, at einki var í tí.

 

Løgreglan sigur, at talan er um onkran, sum hevur funnið myndir av fólki á internetinum, klipt høvdi av, og sett tað upp á ein naknan kropp.

 

Hesar tilgjørdu myndirnar eru síðani send fólki, saman við einum hóttanarbrævi.

 

Men løgreglan sigur, at í hesum føri, var tað so illa gjørt, at tað sást við einum hálvum eyga, at talan var um eina samansetta mynd.

 

Men løgreglan endurtekur, at fólk skulu aldrin lata seg hótta at rinda, tey skulu heldur seta seg í sambandi við løgregluna.