- Eiga føroyingar ikki at hava møguleika at lata gøgn, sum kunnu bjarga lívinum hjá øðrum.
Tað er ein spurningur, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara í Løgtinginum í morgin.
Tað er Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum reisir málið og vil hava landsstýrismannin at greiða Løgtinginum frá málinum.
Um so er, at landsstýrismaðurin heldur, at føroyingar eiga at hava møguleikan, skal hann eisini greiða frá, hvørji stig, hann ætlar at taka fyri at bera so í bandi, at tað kann lata seg gera.
Bjørt Samuelsen vísir á, at í øðrum londum kunnu fólk skriva undir eitt skjal, sum kann ljóða nakað soleiðis: Eg játti við hesum til fulnar, at øll gøgn míni kunnu nýtast til vevnaðarflutning, transplantatión, tá eg eri deyð/ur.
Soleiðis játta tey, at doyggja tey undir umstøðum sum gera, at tað ber til, kunnu gøgn teirra, so sum hjarta, lungu, livur, bris, hornhinnur v.m. kunnu nýtast til heilsubata ella at bjarga lívinum hjá øðrum.
- Javnan eru føroyingar, sum hava tørv á gøgnum, men sum er, ber ikki til hjá hesum at fáa gøgn frá øðrum føroyingum, uttan so, at talan er um nýru, staðfestir tingkvinnan fyri Tjóðveldi.
Hon vísir á, at føroyingar kunnu nevniliga ikki skráseta seg sum gøgngevarar, og neyðuga serfrøðin at staðfesta heiladeyða er ikki fast í landinum.
- Føroyingar fáa sostatt gøgn aðrastaðni frá, men eru ikki við til at lata hesi.
Bjørt Samuelsen vísir á, at í Sosialinum herfyri, vísti Høgni Djurhuus, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, á, at ein forðing er, at í Føroyum er eingin neurologur, neurokirurgur ella neurofysiologur sum kann staðfesta heiladeyða, ið er neyðugt fyri at geva loyvi at taka gøgnini.
- Ein loysn eigur at kunna finnast á hesum, staðfestir Bjørt Samuelsen.
Hon staðfestir somuleiðis, at føroyar hava eina sera framkomna, talgilda heilsuskipan, sum eigur at gera, at tað er lutfalsliga einfalt at skráseta gøgngevarar. |