Tróndur Mikkelsen gjørdist toppskjútti við 10 málum, og Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál og Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál tá lið teirra, Viking Stavanger vann 31-26 á Falk á útivølli í dysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Føroysku leikararnir skoraðu sostatt 21 av 31 málum sum Viking fekk móti Falk í dag. Í steðginum var Viking á odda 13-11.
Viking er næstfremst í deildini við 25 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Sandnes sum hevur 28 stig.
Landsliðsumfar og landsliðsvenjingar vera á breddanum nú, og Viking Stavanger spælir aftur dyst á heimavølli mánakvøldið 27. mars móti Oslo Studentene.