Terji Nielsen úr Keypmannahavn
Vestre Fængsel er eitt tað sikrasta fongslið í danska kongaríkinum. Trupult er hjá fjølmiðlum yvirhøvur at sleppa inn um dyrnar, og enn truplari er tað at sleppa at taka myndir. Eftir samráðingar við instruktionsovervagtmesteren, sum helst er eitt tað longsta starvsheitið á donskum, slapp Sosialurin tó innar og fekk eisini loyvi til at taka myndir. Tó var gjørt greitt, at ikki var loyvt at taka myndir av fangunum.
700 starvsfólk
og 530 fangar
Innan múrarnar á hesum 103 ára gamla fongsli er rúm fyri 530 fangum. Í løtuni er ikki heilt fullsett, men hetta skyldast, at tað er summar. Tá ið løgreglan er í summarfrí, er altíð ein lækkan í nøgd av fangum.
At taka sær av hesum upp til 530 fangunum eru einir 450 fangavørðar. Harímillum eru 4 føroyskir: Áðurnevndi Birgir Hansen og so Torgunn Kragesteen, Jórun Nielsen og Rúni Jacobsen, øll úr Havn. Haraftrat hava 3 aðrir føroyingar farloyvi.
Umframt allar fangavørðarnar eru eisini eini 250 onnur starvsfólk í fongslinum. Hetta eru skrivstovufólk, lærarar, køksfólk, læknar og annað.
Gamalt Gestapofongsul
Undir seinna veraldarbardaga var Vestre Fængsel býtt í tvey. Ein fjórðingur var nýttur sum vanligt danskt fongsul, meðan restin var nýtt av týskarum sum Gestapofongsul. Nógvir danir, sum hoyrdu til donsku mótstøðurørsluna, vóru settir í klivarnar har, og nakrir endaðu eisini sínar dagar har.
?Sydfløjen?
Deildin, har Birgir Hansen hevur sítt dagliga starv, verður rópt ?sydfløjen?. Á hesi deildini sita allir fangarnir í isolatión. Summir eru av rættinum dømdir at sita í isolatión, nakrir sita í isolatión, tí at teir hava gjørt um seg í fongslinum, meðan onkur situr í frívilligari isolatión.
Deildin húsar summar av teimum størstu lógarbrótarunum í Danmark. Tey, sum sita inni á deildini, hava framt lógarbrot so sum, dráp, rúsevnissølu, ógvusligan harðskap, vápnað rán og annað.
Tann ?fluktsikraði? klivin
Tann eini klivin er ?fluktsikraður?. Tað vil siga, at bæði inn- og útveggir, umframt vindeyga, eru tryggjað, so at ikki ber til at bróta ígjøgnum tey, sjálvt um man royndi við t.d. eini granat. Í hesum klivanum sat einaferð ein italienskur ?mafiosi?, sum var eftirlýstur um allan heim. Hann var kendur aftur í Kastrup, og tá hann varð handtikin, bleiv hann førdur til Vestre Fængsel at sita.
Í Italia stóð maðurin til at fáa 88 ára fongsul, og eftirsum at hann var ?mafiosi?, var neyðugt av hava óvanliga strangt eftirlit við manninum. Illgruni var um, at fólk uttan ífrá fóru at koma við tyrlum og royna at sprongja seg inn í klivan til italiumannin. Hetta hendi tó ikki, men tá ið italienska løgreglan kom eftir manninum, vóru teir heilir 16 mans, og allir vóru teir vápnaðir við maskinbyrsum og øðrum. Maðurin var surraður um allan kroppin og fekk ikki rørt seg. Birgir sigur, at hetta var ein uppliving, sum ein bert kendi aftur úr filmunum.
Teir fangarnir, sum sita í hesum klivanum, verða kropskannaðir, hvørja ferð teir fara inn ella út um gáttina á klivanum.
Rokkararnir
Vestre Fængsel er tað fongslið í Danmark, sum hevði mest rokkarar sitandi, tá ið rokkarakríggið var upp á tað ringasta. Allir sótu teir í ?Sydfløjen?, og Birgir hevði dagligani nógv samband við teir. Tað var tó altíð soleiðis, at limir í Hells Angels og Bandidos sótu ikki í somu fongslum.
Tá ið mest rokkarar sótu inni, vóru tað 38, sum sótu í ?Sydfløjen?, sum hevur rúm fyri umleið 110 fangum íalt. Í løtuni sita bert tríggir rokkarar í Vestre Fængsel, men millum teirra er næstovastin fyri Bandidos í Norðurlondum.
Birgir greiðir frá, at tá ið teir høvdu nógvar rokkarar sitandi, varð sera strangt trygdarhald ikki bert inni í fongslinum, men eisini á tekjum kring fongslið, tí at ótti var fyri, at stríðandi partarnir fóru at søkja at teimum, sum siti inni í fongslinum.
Nógvir útlendingar
Nógv fólk av útlendskum uppruna sita í Vestre Fængsel. Birgir sigur, at meira enn helmingurin av fangunum eru útlendingar ella danskir statsborgarar av útlendskum uppruna.
Bókasavnið í fongslinum gjørdi herfyri eina kanning, og hon vísti, at tað hava sitið fangar úr 87 ymiskum tjóðum í Vestre Fængsel.
Álopin tvær
ferðir í seinastuni
Ikki óvæntað gongur tað mangan harðligani fyri seg í ?sydfløjen?. Birgir Hansen er tvær ferðir í hesum árinum álopin av fangum. Fyrru ferðina var tíðliga í ár, tá ið hann, saman við einum kvinnuligum fangavørði, var runt í klivunum við te og kaffi seint á kvøldi. Ein fangi, sum tey bæði vóru inni hjá, gjørdist ørur, tí at hann ikki fekk tann heilivág, sum hann ynskti sær, og hesin gjørdi ikki mætari enn at koppa kókandi vatn á teir báðar fangavørðarnar. Úrslitið var, at Birgir skoldaðist nakað um armin og síðuna, meðan kvinnuligi fangavørðurin brendist illa um bringuna og síðuna.
Fyri stuttari tíð síðan, var aftur galið. Saman við tveimum øðrum fangavørðum var hann inni hjá einum fanga. Fangin bleiv brádliga svakur og kastaði seg oman á Birgir. Hinir hjálptu sjálvsagt Birgiri, men hann fekk tó skaða í øsbeinið av tilburinum. Haraftrat var nær við, at fangin beit oyrað av honum, men av tí at fangin hevði hesthala, fingu hinir fangavørðarnir hildið høvdinum afturi. Birgir sigur tó, at tað hoyrdist væl, hvussu fangin glepsaði við tonnunum.
Alt hetta er tó bert ein nátúrligur partur av arbeiðinum, sum Birgir trívist væl í. Starvsfólkið hava tað gott saman, og eisini hava teir rættiliga gott ?forhold? við nógvar av fangunum.
Bæði kvinnur og menn sita í »Sydfløjen«
Tá ið man tosar um ógvusligar lógarbrótarar, hugsar man fyrst og fremst um mannfólk. Størsti parturin av fangunum í ?Sydfløjen? eru mannfólk, men rættiliga fitt av kvinnuligum fangum eru eisini.
Fyrr vóru eingir kvinnuligir fangavørðar í ?Sydfløjen?, men nú eru fleiri komnir, tí at summir kvinnuligir fangar hildu, at hetta var at gera mismun.
Tekur trý ár
at læra til fangavørð
Um tú ætlar tær at læra til fangavørð, so skalt tú seta trý ár av til hetta, tí at so long er lærutíðin. Av hesum er bert 10 mánaðir skúlagongd, meðan restin er praktiktíð.
Tá ið útbúgvingin nærkast endanum, skal ein eisini prógva, at man hevur lært sjálvverju. Um tú ikki klárar sjálvverjuroyndina, so verður man heldur ikki goðkendur sum fangavørður, sigur Birgir.
Ein góður tími er farin, og nú nærkast døgurðatíð, so nú hava fangavørðarnir ikki so góðar stundir til at práta. Teir skulu inn í klivarnar við mati til fangarnar. Birgir greiðir at enda frá, at fangarnir verða vaktir klokkan sjey á morgni, og at fangavørðarnir løtu seinni fara runt við morgunmati. Um fangin ikki er til reiðar at taka ímóti matinum tá, so fær hann ongan mat!
Vit takka Birgiri og ?instruktionsovervagtmesteren? fyri prátið og fara at leita okkum inn til miðbýin aftur.