info
Ongi úrslit

Næmingatalið í serflokkum tvífaldað seinastu seks árini

Dagfinn Olsen
13. november 2025 kl. 20:50

Fyri 10 árum síðan vóru 68 næmingar í serflokkunum, fyri fimm árum síðan 160 næmingar, og hetta skúlaárið eru 275 næmingar í serflokkunum.

Hetta skúlaárið eru 275 næmingar innskrivaðir í 12 serflokkar. Serflokkar eru um alt landið, tveir í Suðuroy, fýra í Havn, tveir í Vágum, ein í Vestmanna, ein við Streymin, ein í Runavík og ein í Klaksvík. Aftrat hesum eru 16 næmingar í Støðini í Runavík og Lopfjølini í Havn, sum eru undirvísingartilboð fyri næmingar, ið fáa heima- og sjúkraundirvísing vegna stóra skúlafráveru.

Fyri 10 árum síðan vóru 68 næmingar í serflokkunum, fyri fimm árum síðan 160 næmingar, og hetta skúlaárið eru 275 næmingar í serflokkunum. Tað vil siga, at seinastu fimm árini eru 115 næmingar fleiri í serflokkunum; samanbera vit við fyri 10 árum síðan, so er tað ein fýrafalding  av næmingatalinum í serflokkunum. Sjálvt um talið av næmingum í serflokkum er nógv vaksið, so er enn long bíðitíð eftir at fáa pláss í einum serflokki.

Tað var leingi bert tann eini serflokkurin, sum var skipaður í Gulaskúla undir leiðslu av Sernámi og Venjingarskúlanum. Í 2019 kom kunngerðin “um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð”. Nýggjasti serflokkurin er Ljósastova, sum er skipað í Skúlanum a Argjahamri. Seinastu trý árini er næmingatalið í Ljósastovu vaksið frá 10 til 15 næmingar.

Í 2007 byrjaði tos um at skipa eitt undirvísingartilboð til næmingar við atferðartrupulleikum, sum høvdu stórar trupulleikar at vera í vanligu floksundirvísingini; tá varð ein hálv millión sett av á fíggjarlógini til at skipa eitt tílíkt tilboð. Seinastu árini, tá teir nógvu serflokkarnir eru skipaðir, er eingin serstøk játtan sett av til endamálið, men hetta er fíggjað við at flyta pengar frá aðrari undirvísing í vanligu flokkunum. Á fíggjarlógini fyri 2026 verða 57 milliónir settar av til serflokkar.

Aftrat serflokkunum er Skúlin á Trøðni, ið er ein serskúli. Í Skúlanum á Trøðni ganga 70 næmingar, so samanlagt ganga 361 næmingar í hesum skúlatilboðunum.

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum. Blaðið hevur í hesum døgum fleiri áhugaverd hagtalstíðindi.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

14 minuttir síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

1 tími síðan
Tíðindi

Skipasøla ella søla av fiskirættindum?

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus í Champions League

2 tímar síðan
Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

8 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

8 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

9 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

10 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

10 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

10 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

11 tímar síðan