Føroysk skúlabørn missa ikki ein dýrgrip

Arbeitt verður nú við eini loysn fyri øll skúlabørnini í landinum

Tað er alt sum bendir á, at føroysk skúlabørn sleppa at varðveita atgongdina til talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum á internetinum.

Annars var vandi fyri, at tey fóru at missa atgongdina til hendan ókeypis orðabókadýrgripin, tí mentamálaráðið vildi ikki rinda meiri.

 

Les eisini: Eitt stórt bakkast fyri øll skúlabørn í Føroyum

 

Mentamálaráðið hevur rindað fyri skipanina í trý ár. Men ráðið sigur, at talan var um eina royndartíð og at tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at útvega børnunum undirvísingartilfar, eisini talgildar orðabøkur.

Tí vildi mentamálaráðið ikki longur rinda Sprotanum fyri orðabøkurnar.

Hetta elvdi til misnøgd fleiri staðni, men nú hevur Kommunufelagið so tikið samráðingar upp við Sprotan um eina felags loysn fyri øll skúlabørn í Føroyum, so at tey varðveita ókeypis atgongdina til tær 13 talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum.

Ikki tí at tað er so nógvur peningur tað snýr seg um, tí tað kostar ikki meiri enn einar 30.000 krónur um mánaðin, tilsamans, fyri allar kommunurnar í landinum.

 

Les eisini: Bjørn Kalsø harmast

 

Tvøroyrar Býráð viðgjørdi málið á fundi á Tvøroyri og har varð upplýst, at tað kostar eini 45 - 50 krónur fyri hvørt skúlabarn um árið.

Fyri Tvøroyrar Kommunu snýr hetta seg um eina útreiðslu á einar 13.500 krónur tilsamans um árið.

 

Les eisini: Hetta er ein spurningur um virðing

 

Tað halda býráðslimir á Tvøroyri er ein prísur, sum tað átti at borið til at funnið fígging til og eitt einmælt býráð samtykti tískil at heita á Kommunufelagið um at gera eina avtalu við Sprotan um eina felags loysn, so at øll skúlabørn í Føroyum varðveita atgongdina til ókeypis talgildu orðabøkurnar.