Nógv verður tosað um føroyskan útlendingapolitikk, og í hesum málinum eri eg, sum valevni,
púra greiður. Fyrst og fremst haldi eg, at útlendsk arbeiðsmegi er púra neyðug. Tí sum støðan
er í dag, hevði stórur partur av vinnuni steðgað upp uttan hesa arbeiðsmegina, og so hevði verið lítil framburður í Føroyum.
MEN, MEN, MEN!
Tá tað er sagt, skal ongin útlendingur búleikast í Føroyum og fáa atgongd til tað føroyska
vælferðarsamfelagið, sum ikki virðir føroysk virðir og mentan.
Vit kunnnu bara hyggja eftir, hvussu gongdin hevur verið í okkara grannalondum, har tað als
ikki hevur gingið, soleiðis sum ætlað ella væntað. Og hetta má steðgast í føðingini.
Vit SKULU IKKI hava paralelsamfeløg.
Vit SKULU hava sterkar integratiónslógir.
Vit SKULU styrkja um, føroyskt sum annað mál.
Og vit SKULU varða um føroysku mentanina og føroyska málið.
Tað eigur tí at vera ein sjálvfylgja, at tey, sum búgva í Føroyum og gerast partur av
samfelagnum, virða føroyska samfelagið og tey virði, sum landið byggir á.
Góðtaka vit ikki, at hesin veruleikin stendur í durunum, kunnu vit vakna við kaldan dreym,
eins og onnur lond í Evropa gera nú.
Vel ein, sum kemur at standa sum fremsti skansi fyri føroysku mentanina.
Góði veljari – vel ein Hermann.
X við B
Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkurin.











