Føroyska modellið brúkast aðrastaðni

-Tað er eindømi, at oljufeløg og stovnar í einum landi so tíðliga í eini oljumenning fara undir eitt so tætt samstarv sum GEM. Føroyska modellið kann blíva fyrimynd fyri onnur nýggj oljuøki úti í heimi í framtíðini heldur Anne Walls frá Mobil

Í síðstu viku varð seminar á Hotel Hafnina, sum GEM-felagsskapurin skipaði fyri. Hetta er eitt samarbeiði millum oljufeløg og føroyskar granskingarstovnar. Upprunaliga kom uppskotið til hetta samstarvið úr Føroyum og hevur tað víst seg, at oljufeløgini eru sera fegin um tað.

Oljufeløgini vilja við hesum samstarvi royna at kunna stovnar í Føroyum um, hvat henda vinnan snýr seg um, hvussu hon kann ávirka umhvørvið og vil tey við hesum fáa ein dialog í gongd millum stovnarnar og oljufeløgini um, hvussu felagssarbeiðið í GEM skal skipast.

Ætlanin við nýggja samstarvinum er at savna og skráseta verandi vitan fyri harvið at kunna fara undir eina trygga og umhvørvisvinarliga útbygging av eini oljuvinnu.

Sosialurin skilur, at ætlanin verður væl móttikin frá føroyskari síðu men hinvegin kann sigast, at stovnarnarir eru eitt sindur í villa-reið, tí teir eru ikki mannaðir til at taka sær av hesum.

Stovnarnir í Føroyum hava sum er verið undirmannaðir leingi, og her er so talan um nýggj fakøki, sum eisini krevja nógv meira av hesum stovnum. Stovnarnir hava ikki avlopsfólk ella útbúgvið fólk til hesar uppgávurnar, og tí verður helst neyðugt í stóran mun at brúka útlendska arbeiðsmegi eisini.

Oljufeløgini hava brúk fyri føroyskari vitan og tilfari í sambandi við eina komandi oljuleiting, og hetta kemur tí at seta stór krøv til stovnarnar.

Fakfólk, sum Sosialurin hevur tosað við, leggja tó stóran dent á, at her er talan um eitt sera gott samarbeiði, sum føroyskir stovnar kunnu fáa nógv positivt burtur úr. Talan verður um ymisk granskingarprojekt.

Tað gevur so stovnunum á eitt nú Debesartrøð eina vitan, sum teir ikki hava havt.


24 feløg við

Í løtuni eru 24 feløg við í GEM. Eitt av feløgunum verður helst ikki við næsta ár. Møguleiki er tó fyri, at fleiri onnur feløg kunnu koma uppi sum frálíður.

Samarbeiðið er bygt upp á tann hátt, at ein stýringsnevnd stendur yvir øllum. Í henni eru umboð fyri øll tey 24 oljufeløgini og føroyskar stovnar. Síðani eru tríggir arbeiðsbólkar. Ein er fyri umhvørvi, ein fyri meteorologi og oceanografi og ein fyri geoteknikk.

Seminarið, sum GEM skipaði fyri á Hotel Hafnia í farnu viku, varð fyri umboðum fyri fleiri almennar stovnar og her serstakliga teir á Debesartrøð. Evnini, ið vórðu viðgjørd, snúðu seg um oljuvinnuna sum heild, um sambandið mill-um fiskivinnu og seismikk og um oljuboring.

-Tað er sera gott at hitta føroyingar á einum slíkum seminari. Tí umframt at vit frá oljufeløgunum kunnu læra føroyingar at kenna, so fáa vit eisini eina fatan av, hvat hesi fólkini hugsa og halda. Men tað er eingin loyna, at vit eisini fegin síggja, at føroyingar vita og skilja, hvat vit í oljufeløgunum gera og hvat vit vita sigur Halvor Snarvold frá AMG-bólkinum. Hann er formaðurin fyri GEM hetta árið út.


Føroyska modellið brúkast aðrastaðni

Anne Walls er formaður í tí eina av arbeiðsbólkunum, nevniliga umhvørvisbólkinum. Hon starvast hjá oljufelagnum Mobil, har hon tekur sær av umhvørvisuppgávum.

Hon heldur GEM-samarbeiðið verða sera kærkomið fyri bæði oljufeløg og føroyska samfelagið. -Eg haldi eisini, at føroyingar eiga at vera ernir av hesum samarbeiðinum, sum mær vitandi er tað mest umfatandi av sínum slag nakrantíð í oljuheiminum.

Hon sigur, at tað er vanligt, at kanska eini tvey oljufeløg taka seg saman og gera slíkar kanningar, men tað er so ongantíð hent áður í allari oljusøguni, at heili 24 oljufeløg so langt áðrenn eitt útbjóðingarumfar taka seg saman í einum slíkum samarbeiði við myndugleikar og stovnar í einum landi.

-Eg haldi, at hetta er eitt modell, sum umheimurin kann læra av og brúka. Soleiðis at tá farið verður undir oljuleiting í øðrum nýggjum økjum í heiminum, so er hetta føroyska modellið framúr gott at brúka.

Hon heldur tað eisini vera sera skilagott, at oljufeløgini longu nú koma saman og arbeiða við slíkum álvarsmálum sum umhvørvinum. Hetta gevur feløgunum møguleika at fáa vitan frá hvørjum øðrum, tað ger hetta arbeiðið bíligari og hetta er við til at tryggja, at oljuvinnan hevur sum minst negativa ávirkan á tað økið, sum oljufeløgini skulu arbeiða í.

-Eg haldi eisini, at tað er gott fyri Føroyar, at stovnar, myndugleikar og eisini vinnulívið her kann síggja, hvussu oljuídnaðurin arbeiðir.

Hvørji granskingarprojekt er so talan um at gera.

Anne Walls: -Vit eru longu farin í gongd við eitt projekt, sum snýr seg um sjófugl. Har royna vit at hyggja eftir sjófugli í teimum økjum, sum oljufeløgini hava við í síni fyribils nominatión, sum varð gjørd fyrr í ár. Vit hyggja eisini eftir, hvat verður gjørt við burturkastið her í oyggjunum m.a. við tí fyri eygað longu nú at gera sær greitt, hvat skal gerast við burturkastið frá boripallunum, sum fara at bora við Føroyar. Vit royna eisini at útbyggja BIOFAR-projektið, sum goymir eina rúgvu av upplýsingum longu nú. Og mangt annað.


Samfelagsárin

Vit spurdu Anne Walls um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot, um arbeiðið hjá GEM ella hjá einum líknandi forum var víðkað til eisini at fevna um samfelagsligu ávirkanina, sum ein stór oljuvinna fer at hava á lítla føroyska samfelagið!

-Hatta er ein sera áhugaverdur spurningur, sum eisini hevur verið reistur av fólki her á teimum seminarum, sum hava verið í GEM. Eg haldi hetta er týdningarmikið at taka upp. Spurningurin er so, um tað er GEM ella kanska eitt heilt annað forum, sum skal taka hetta upp.