Kvinnur hava tikið heilsufrøðiligu ráðini til sín og eru í stóran mun givnar at eta grind.
Tað sigur Pete Bethune, sum er best kendur sum fyrrverandi Sea Shepherd-maðurin, sum stoytti saman við ein japanskan hvalaveiðubát, men sum seinni vendi Paul Watson og Sea Shepherd bakið. Í dag er hann leiðari av sínum egna umhvørvisverndarfelagskapi, EarthRace Conservation – og í hesum døgum vitjar hann í Føroyum.
Við Sosiain í dag sigur hann, at hann væntar, at tað verða føroysku kvinnurnar, sum fara at steðga grindadrápi.
– Tit kenna væl til heilsufrøðiligu vandarnar við at eta tvøst og spik. Kvinnurnar hava tikið hesi heilsufrøðiligu ráðini til sín og eru í stóran mun givnar at eta grind. Tær geva heldur ikki børnunum hjá sær grind at eta. Í nógvum føroyskum heimum standa tær eisini fyri matgerðini og borðreiða als ikki við grind, sigur Pete Bethune, sum eisini vil, at føroyingar gevast at drepa grind.
– Soleiðis fær grindin ein alsamt minni leiklut í føroyska kostinum, sigur hann.
Við Sosialin í dag sigur hann eisini, at herðferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum í summar hevur oyðilagt stríðið ímóti grindadrápi. Hann sigur, at stríðið er bumbað nógv ár aftur í tíðina við ófantaligu herferðini hjá Paul Watson og Sea Shepherd.
Les nógv meiri í Sosialinum hetta vikuskiftið