Føroyski handilin á Amager í íslendskum sjónvarpi

ICE Food handilin, har til ber at keypa føroyskar og íslendskar vørur, var í sjónvarpstíðindunum í Íslandi herfyri.

Skermmynd frá RÚV

Flestu føroyingar í Keypmannahavn munnu kenna handilin ICE Food, sum liggur á Amager Strandvej. Í hesum hugnaliga handli ber til at fáa allar møguligar vørur, sum man vanligvís fær í Føroyum, men sum ikki fáast í donskum handlum annars. Tað veri seg eitt nú turran fisk, Typhoo-té, Nøtte, fisk frá Norðfra og føroyskar øl og brennivín.

 

Umframt tær "føroysku vørurnar", eru eisini hópin av íslendskum vørum. Har er bæði rullupylsa, kjøt, bingokúlur, brennivín og annað gott. 

 

Í farnu viku var íslendska sjónvarpið, RÚV, ein túr forbí og prátaði við eigararnar um hendan handilin.

 

– Her eru nógvir íslendingar og føroyingar í Danmark, sum eftirspyrja hesar vørur, sigur Óli Gøtuskeggi Marteinsson, sum saman við foreldrum sínum, Marnu og Páll Marteinn rekur handilin.

 

– Føroyingar eru her dagliga, sigur hann eisini.

 

Í ICE Food eru tey í holt við at fyrireika til páskini. Tey íslendsku páskareggini eru sera populer – ikki bara hjá børnum, men eisini vaksnum. 

 

Sí innslagið við at trýsta á HER og spola fram til 19:00.

 

##med2##

 

##med3##

 

Skermmynd frá RÚV