Føroyskir skótar við á heims Jamboree

...

Komandi ársskifti verða 15 føroyskir skótar millum teir 20.000 skótarnar úr øllum heiminum, sum fara at halda nýggjár á sunnaru jarðarhálvu.


Heims Jamboree

Fjórða hvørt ár skipar alheims dreingjaskótarørslan, WOSM, fyri eini legu fyri skótar úr øllum heiminum. Hesaferð verður hendan legan, Jambordee, so í Chile í Suðuramerika. Tað man vera dreymurin hjá øllum skótum, at hava verið á eini slíkari legu. Seinast heims Jamboree var, var í Hollandi og tá luttóku oman fyri 100 skótar og leiðarar úr Føroyum.

Henda Jamboreein er tann 19. í røðini, og verða føroyskir luttakarar eisini við. 15 luttakarar verða í ferðalagnum úr Føroyum. Ikki verður bert steðga í Chile, har sum sjálv legan er, men eisini verður vitjað í Bolivia og Peru, har høvi verður at síggja ymiskt í sambandi við inka mentanina, og nútíðarlívið í hesum, fyri okkum, so ókenda heimsparti. Á heimvegnum verður steðgað ein dag í Rio de Janeiro, so Brasil fær eisini vitjan av hesum 15 føroysku skótunum.


Summar á vetri

Á sunnaru jarðarhálvu er summar, tá vit hava hávetur, og tí verður eisini umskiftið hjá føroysku skótunum stórt. Farið verður úr Føroyum 26. desember og víðari saman við donskum skótum 27. desember. 17. januar skuldu luttakararnir verið aftur í Føroyum.


Kostnaðarmikil ferð

Ferðin kostar um kr. 25.000 fyri hvønn ? hetta er nógvir pengar, so okkurt verður gjørt fyri at savna pening inn. Millum annað er ein klatriveggur gjørdur, fyrsti av sínum slag í Føroyum, sum ætlanin er at ferðast runt við fyri at fáa pening inn. Eisini verður heitt á stovnar og fyritøkur um stuðul til hesa føroysku umboðan úti í heimi.