Føroyskt á fleiri málum

Nú er føroyskt lagt afturat teimum norðurlendsku málunum í felags orðabók.

Nú er frítt hjá øllum føroyingum at nýta »ISLEX« orðabókina.

 

- ISLEX hevur stóran týdning til tess at styrkja mentanarsambond og økja málfatanina millum norðurlandamálini, segði Zakaris Svabo Hansen, tá ið hann legði fram um fleirmáls orðabókina seinnapartin.

 

Fyri aðru ferð í dag, á Móðurmálsdegnum, slapp Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, at taka ókeypis talgildu máltænastu í nýtslu. Hesuferð var talan um talgildu norðurlendsku orðbókina »ISLEX«, ið alment varð latin upp í Norðurlandahúsinum seinnapartin.

 

Undan hesum, hevði Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari fyri tidarrit.fo, fyrrapartin latið upp hópin av føroyskum tíðindabløðum og tíðarritum heilt aftur til 1877, sum Mentamálaráðharrin somuleiðis varð fyrstur at royna á netinum.

 

Les eisini: Frá ommum til søguligar hendingar

 

ISLEX byrjaði sum ein íslendsk verkætlan í 2005, har íslendskt skuldi týðast til hini norðlendsku málini. Tó varð skjótt greitt, at onnur enn íslendingar fóru at fáa gagn av orðabókini, og í dag varð føroyskt sætta málið, ið alment kom við í fleirmálsligu orðabókina.

 

ISLEX verkætlanin er úrslit av drúgvum samstarvið millum málslig áhugafeløg og universitet úr øllum norðurlendsku londunum - íroknað finskt, sum verður tøkt á orðabókini seinni.

 

Til ber at leita eftir fleiri enn 50.000 norðurlendskum orðum á fleirmálsorðabókini, og boðar verkætlanarleiðarin, Halldóra Jónsdóttir, frá, at áleið fimm milliónir leitingar verða gjørdar um árið.

 

- ISLEX er eitt greitt tekin um, at tá ið nógv arbeiða saman, spyrjast serstakliga góð úrslit burturúr, segði hon, tá ið føroyskt í dag alment varð lagt afturat orðabókini.