Føroysku hondbóltskvinnurnar eru stórir favorittar móti Luksemborg

Her eru oddsini hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum upp á EM-undankappingardystin Luksemborg-Føroyar

Seinnapartin klokkan 17.45 spælir føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum fyrra av tveimum EM-undankappingardystum móti Luksemborg.

 

Hesin fyrri dysturin verður leiktur í Luksemborg. Sunnudagin klokkan 17 hittast liðini aftur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Luksemborg hevur ikki vunnið ein kappingardyst síðani 2019, og eru føroysku kvinnurnar greiðir favorittar hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin á Luksemborg.

 

Oddsini upp á heimasigur til Luksemborg liggja millum 11,00 og 20,00.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 1,01 og 1,04, ið eru sera lág odds.

 

Vónandi liva føroysku kvinnurnar upp til favorittleiklutin. KVF sendir dystin beinleiðis. Sendingin byrjar klokkan 17.35. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##