Føroyskur sniðgevi við design-lampum

Osmund Olsen, sum er gøtumaður, er komin á føroyska marknaðin við sínum snøggu design-lampum.

Føroyski sniðgevin Osmund Olsen er komin á føroyska marknaðin við sínum snøggu design-lampum. Osmund er gøtumaður. Hann hevur gingið á Føroya Handilsslúla á Kambsdali og byrjaði á Designskolen Kolding í 2008, har hann varð liðugur í 2013 sum Master In Industriel Design.

 

Lampurnar, sum hann ger nú, vórðu gjørdar við endaligu próvtøkuna. Síðan hevur hann ment lampurnar fyri at optimera framleiðslu og prís. Umframt lampurnar hevur hann eisini arbeitt við ymiskum øðrum verkætlanum.

 

Í november í fjør designaði hann 16 akryl jolatrø til Kolding Byforvaltning. Hesi jólatrøini eru nú í framleiðslu. Í apríl í ár varð Osmund boðin at vera við á Light and Building messuni í Frankfurt innan Young Design við sínum lampum.

 

Eisini var hann á eini messu í Milano, har hann hevði designað eina framsýning fyri Grundfoss.

 

Annars arbeiðir Osmund Olsen nógv við akryl og laserskering, og tað er Idé Møblar, sum umboða lampurnar hjá gøtumanninum.