Tað skrivaði miðilin Taipei Times í dag sambært Altinget. Keldur kring Fogh hava harumframt váttað vitjanina fyri danska miðlinum.
Á túrinum skal hann millum annað hitta forsetan, varafosetan og uttanríkisráðharran, sambært Taipei Times.
Endamáli er sambært lokala miðlinum at kjakast um vaksandi hernaðarligu hóttanina úr Kina.
Sambært Kina er Taiwan ein partur av Kina, sjálvt um oyggjaríkið hevur sítt egna tjóðarting, og meirilutin av fólkinum ynskir fullveldi.
Oyggin virka de facto sum sítt egna land við egnari grundlóg, fólkaræði, stjórn og heri.
/ritzau/