Fokkjúfingurin í Listaskálanum

Fólk vóru sera ymisk á máli um, hvussu væl hann hóskaði har. Men ovurstóri Fokkjúfingurin hjá Sámali Blak slapp ígjøgnum nálareygað hjá nevndini, sum valdi verkini til Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum


Nógv umrøddi Fokkjúfingurin hjá unga listamanninum Sámali Blak var upprunaliga gjørdur í sambandi við luttøkuna hjá bólkinum 200 á G-festivalinum, har hann eisini var at síggja seinast. Tað, sum vit ikki vistu, var, at verkið eisini hevur verið ein túr framvið hjá teimum, sum valdu út, hvørji av teimum 150 innsendu verkunum skuldu sleppa við á Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum í ár.
Ein fingur til listaklandrið?
Ovurstóri, silvurlitti Fukkjúfingurin slapp gjøgnum nálareygað, og Ólavsøkudagarnar stóð hann so og mól runt í niðara salinum í Listaskálanum. Fingurin kann eisini blæsa eld og royk, men har høvdu tey á Listasavninum sett markið hesuferð.
Fólk vóru rættiliga ymisk á máli um, hvussu væl Fokkjúfingurin hóskaði á Listaskálanum. Ein kundi til dømis fílst á, at verkið er tikið úr sínum upprunaliga samanhangi, har tað var partur av eini tónleikaframførslu, og tí gevur lítla og onga meining millum hini verkini á Listaskálanum. Hinvegin, navnframi Marcel Duchamp tók jú sítt pissoir úr sínum nátúrliga samanhangi og setti tað á eitt listasavn  og varð harvið mettur at vera ein tann mest kollveltandi listamaðurin í fyrru helvt av farnu øld. Men, sum ein ummælari tók til, kanska var meininginum hjá Sámali Blak og teimum í 200 við verkinum at geva allari ósemjuni innan føroyska listaheimin fingurin.
Á Ólavsøkuframsýningini varð verkið lýst sum ein installatión við heitinum Pappmasjéfokkjúfingurin # 3. Tilfarið er pappmasjé, træ, glas og jarn og tað eru Sámal Blak, Mikkjal Arge Galán og David H. Geyti, sum í felag standa aftanfyri verkið.