Fólk eru flutt burtur úr Grindavík og Bláa Lóni

Borgarar í Grindavík og við Bláa Lón eru enn einaferð fluttir úr hesum økjum, tí nú er aftur farið at goysa nærindis Grindavík.

Hetta er fimtu ferð síðan desember í fjør, at eldgos er á Grindavíkarleiðini í Íslandi, tí seinnapartin í dag er aftur farið at goysa um hesar leiðir.

 

Sambært íslendska ríkisútvarpinum RUV váttar meteoroligiski stovnurin í Íslandi, at eldgos er byrjað nærindis Sundhnúk, norðan fyri Grindavík.

 

Ritzau veit at siga, at fyrr í dag vórðu fólk flutt burtur úr Grindavík og úr Bláa Lóni.

 

Sagt verður, at eldgosið fevnir um eitt øki, sum í minsta lagi er tveir kilometrar langt, og grótbræðing stendur upp í loft.

 

Rivan í jarðarskorpuni er millum ein og tveir kilometrar long, og íslendskir jarðfrøðingar halda, at eldgosið tykist máttmikið.