Fólk taka tað heilt pent

Veðrið loypt ólag á samfersðluna í fleiri dagar, men føroyngar taka tað, sum tað kemur, sigur Jens Petur Brattalíð

- Tey allarflestu taka tað øgiliga pent.

 

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluna, sigur, at yvirhøvur taka fólk tað ikki illani upp, at  ferðaætlanin verður broytt í heilum fyri veður.

 

Hann sigur, at tey tey allarflestu taka tað sum tað kemur og føroyingar eru vanir við, at laga seg eftir veðrinum.

 

Men hann heldur, at har tað yvirhøvur ber til, er tað er avgerandi, at at gera vart við broytingarnar í so mikið góðari tíð, at tað ber til hjá ferðafólki at leggja upp fyri.

 

- Verða fólk kunnað væl og virðiliga í so góðari tíð, sum tilber, góðtaka tey nógv lættari støðuna, sigur samferðsluleiðarin.

Les eisini: Strandferðslan stúrir fyri fleiri avlýsingum í morgin

 

Eitt nú hevur Strandferðslan longu nú gjørt vart við alment, at seinkingar og avlýsingar kunnu væntast í morgin, helst fyrrapartin, tí tað verður so nógvur vindur.   

 

- Har tað ber til, kunngera vit broytingar og avlýsingar í so mikið góðari tíð, at fólk hava eina fráferð at leypa upp á, sigur hann.

 

Les eisini: Stormur í nátt