Tórshavnar kommuna skrivar, at nú er fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá, at jólaskipið nú kemur inn á Vágsbotn leygardagin 20. desember klokkan 16.00. Umborð á jólaskipinum eru Julius og Rógvi við vinmonnum, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.
GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamenninir bjóða karamellur og eisini okkurt til børn við ovurviðkvæmi.
Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao, og Frelsunarherurin spælir.
Julius og Rógvi fara eisini at undirhalda børnini í pavilionini í jólabýnum á Vaglinum uml. kl. 17.00.
Hugnaligi jólamarknaðurin og smáu jólasmátturnar á gongugøtuni og Vaglinum hava opið frá kl. 12.00 til 20.00.










