USA vil týsta Russland við fleiri revsitiltøkum

Í dag veit Bloomberg News at siga, at USA fyrireikar nýggj revsitiltøk móti Russlandi, um russiski forsetin sigur nei til eina friðaravtalu

Um russiski forsetin ikki vil ganga við til eina friðaravtalu við Ukraina, er USA sinnað at veksa um búskaparliga trýstið á Russland.

 

Tað veit Bloomberg News at siga í dag.

 

Tíðindamiðilin endurgevur keldur, sum siga, at revsitiltøkini, sum USA nú fyrireikar, enn einaferð snúgva seg um almenna orkusektorin hjá Russlandi.

 

USA og onnur lond í vesturheiminum hava ferð eftir ferð búkt búskaparlig revsitiltøk sum amboð fyri at fáa Russland at broyta kós í krígnum.

 

Reuter, sum eisini ber tíðindini hjá Blomberg News, sigur seg ikki kunna vátta upplýsingarnar um, at USA nú fyrireikar nýggj revsitiltøk móti Russlandi.