- Eg síggi tríggjar møguleikar fyri eini samgongu, um úrslitið, verður sum veljarakanningin vísir, sigur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin.
Ein møguleiki er ein breið samgonga millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, og Tjóðveldisflokkin.
Ein annar møguleiki er Javnaðarflokkurin, Sambandsdsflokkurin umframt smærru flokkarnir og tann triðji møguleikin er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og teir smærru flokkarnir.
Vit kunnu gjøgnumføra okkara politik bæði við Sambandsflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Fólkaflokkurin stendur tó for langt vekk frá virðisgrundarlagnum hjá Javnaðarflokkinum, sigur formaðurin.
- Vit kunnu ikki vera í samgongu við einum flokki, sum ynskir okkara politikk har piparið grør. Eg haldi vit skylda veljaranum at melda út, hvønn politikk, tey kunnu rokna við at vit føra eftir eitt val, sigur Aksel.