Valið í Svøríki hesaferð er á mangan hátt øðrvísi og spennandi.
Blái borgarligi vongurin við Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, á odda, stendur til at vinna sítt næsta væl á rað. Hetta er ein støða, sum sosialdemokratiska ”Fólkaheimið” ongantíð hevur verið í áður: At borgarligu flokkarnir stjórna landinum tvey valskeið á rað.
Um hin reyð/grøni blokkurin hinvegin vinnur, fær Svøríki, við Monu Sahlin og Socialdemokratiet, sín fyrsta kvinnuliga forsætisráharra.
Missa svøvnin
Men tað, sum politikarar, miðlar og eygleiðarar missa svøvnin av, er vandin fyri, at høgraekstremistiski flokkurin Sverigedemokratarne skal fáa umboðan i Ríkisdegnum. Seinasta veljarakanning vísir, at flokkurin kann fáa heilt upp í sjey prosent av atkvøðunum. So, hóast allir hinir helst vildu givið honum durafjórðingin, bendir alt á, at flokkurin fyri fyrstu ferð røkkur upp um tinggáttuna og fær umboðan í Ríkisdegnum.
Til reiðar at kvetta
Hetta kann so aftur elva til sannan ruðuleika á politiska leikvøllinum, tí ongin sigur seg vilja samstarva við flokkin við tí nazistisku jørðildinum, sum hann av øllum alvi roynir at renna undan. Men, sum tað sær út, kann hann lættliga gerast tungan á vágskálini, tá samgonga skal skipast.
Tí kann endin gerast, at søguliga skottið millum teir báðar blokkarnar verður tept. Bláa borgarliga samgongan og reyð/grøna alternativið noyðast kanska brádliga at samstarva tvørtur um miðjuna – eitt sum fyri fáum árum síðani var óhugsandi í Svøríki, har Javnaðarflokkurin so at siga hevur sitið við avgjørdum meiriluta meginpartin av nýggjaru søgu landsins.
Talsfólkini frá Miljøpartiet hava longu boðað frá, at tey, í ringasta føri, eru til reiðar at kvetta alliansuna við reyð/grøna vongin, um tað kann forða Sverigedemokratunum at sleppa at valdinum. Eitt tilboð sum Fredrik Reinfeldt, verandi og helst eisini komandi stjórnarleiðari, ikki vísir frá sær, tí hann vil so avgjørt heldur ikki enda í somu støðu sum ræðumyndin Danmark, har Danski Fólkaflokkurin er vorðin stovureinur og virkin viðspælari á borgarliga vonginum.
Útifryst úr kjakinum
Men, hóast vit her í grannalondunum hava hoyrt mest um rokið við Sverigedemokratarna, hevur kjakið í Svøríki upp til valið eisini snúð seg um annað. Og svium líkt, hava miðlar og politikarar í stillum verið samdir um at ignorera flokkin og ræðuherferð hansara móti innflytarum.
So har eru mong onnur mál, sum vanligi sviin er nógv meiri upptikin av í valstríðnum, so sum arbeiðsmarknað, heilsu, ognarskatt og skúlamál. Eisini hevur nógv kjak verið um verjupolitikk og eina nýggja svenska eftirlitslóg.
Óansæð hvat valið endar við, hevur svenska valstríðið hesaferð verið óvanliga spennandi, og ongantíð hevur útlandið fylgt so væl við sum hesaferð. Serliga í Danmark, har danir eru botnfornermaðir inn á sviar, tí teir brúka Danmark og Danska Fólkaflokkin sum ræðumynd .
--
2.
Fakta
- Ríkisdagsvalið verður 19. september
- Svenska tingið eitur Ríkisdagurin. Tað hevur eitt kamar og 349 limir
- Forsætisráðharri síðan oktober 2006 hevur verið Fredrik Reindeldt, formaður í Moderaterna
- Socialdemokraterna hava rátt í svenskum politikki síðan 2. heimsbardaga. Men á valinum í 2006 mistu teir valdið til borgarligu Moderaterna, sum kastaðu saman við Centerpartiet, Kristendemokraterne og Folkepartiet
– Ein møgulig reyð/grøn stjórn verður mannað av Socialdemokraterna, Miljøpartiet og Venstrepartiet
- Fremmandafíggindaligi flokkurin Sverigedemokraterne kom ikki í Ríkisdagin á valinum í 2006
- Seinastu veljarakanningar vísa, at Sverigedemokraterne liggja um sjey prosent og koma inn. Centerpartiet og Kristendemokraterne rúka helst út.
--
3.
Peninganýtsla
Roknað verður við, at flokkarnir brúka tilsamans 250 milliónir krónur til valstríðið. Yvirlitið vísur, hvussu nógv verður brúkt í ár og í klombrum upphæddin frá valinum 2006
Socialdemokraterna: 70 mió. (50)
Centerpartiet: 65 mió. (50)
Moderaterna: 50 mió. (37)
Folkpartiet: 30 mió. (30)
Kristdemokraterna: 17 mió. (12)
Miljöpartiet: 10 mió. (10)
Vänsterpartiet: 7 mió. (7)
Sverigedemokraterna: 19 mió.
Blái vongurin: 162 milliónir (129)
Reyð/grøni vongurin: 87 milliónir (67)
--
4.
Herrópini
Socialdemokraterna: Vi kan inte vänta
Centerpartiet: Ge drömmen en chans
Moderaterna: Sverige har bara ett arbetarparti
Folkpartiet: Framtiden börjar i klassrummet
Kristdemokraterna: Ett mänskligare Sverige
Miljöpartiet: Modernisera Sverige
Vänsterpartiet: Håll ihop
Sverigedemokraterna: Trygghet & Tradition
--
5.
Socialdemokraterna
Hava í nærum eina øld verið nógv hin størsti flokkurin í Svøríki. Mona Sahlin tók við leiðsluni í 2007 eftir Görn Persson. Flokkurin varð stovnaður í 1889 og kom fyrstu ferð í stjórn í 1917. Síðan tá hevur hann sitið við valdinum meginpartin av tíðini. Í millumkrígsárunum gekk flokkurin á odda og stovnsetti vælferðarhugtakið ”Folkhemmet”.
Flokkurin fekk 130 av 349 plássunum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Centerpartiet
Varð stovnað í 1913 under heitinum Bondeförbundet. Flokkurin liggur í miðjuni og hevur serligan tókka til útjaðaran og smá vinnurekandi. Floksleiðari er Maud Olufsson. Seinnu árini er flokkurin farin at tekkjast høgravonginum, eftir at hava stuðlað Socialdemokraterna øll 90'ini. Tá landbúnaðurin minkaði í 1970'unum, vann flokkurin stóra undirtøku í stríðnum móti kjarnorku og í umhvørvismálum. Flokkurin hevur verið í stjórn síðan 2006.
Flokkurin fekk 29 av 349 plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Miljøpartiet
Varð stovnað í 1981 og kom í Ríkisdagin í 1988, har flokkurin hevur sitið síðan, tó við onkrum styttri skáa.
Flokkurin hevur ongan formann, men tvey talsfólk, eitt av hvørjum kyni: Peter Eriksson og hin sera vælumtókta Maria Wetterstrand.
Stavnhald floksins er ”Solidaritetur við djór, náttúru og vistfrøðiligu skipanina, komandi ættarlið og øll menniskju heimsins”.
Miljøpartiet er á vinstravonginum og er partur av reyð/grøna blokkinum.
Flokkurin fekk 19 av 349 plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Kristdemokraterna
Varð stovnaður í 1964 og hevur sitið í Ríkisdegnum síðan 1991. Floksleiðari síðan 2004 er Göran Hägglund.
Upprunaliga vildi flokkurin hava fram kristin lívsvirði og etisk mál. Men seinastu árini er flokkurin vorðin ein meiri almentborgarligur konservativur flokkur við denti á familjuna í samfelagnum.
Upprunaliga var flokkurin ímóti fosturtøku, men ikki longur. Flokkurin liggur til høgru og hevur síðan 2006 verið partur av borgarligu stjórnuni.
Flokkurin fekk 24 av 349 plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Folkpartiet Liberalerna
Floksleiðari er Jan Björklund. Flokkurin varð settur á stovn í 1934, og er ein klassiskt sosialliberalur flokkur, har fríu marknaðarkreftirnar ganga hond í hond við sosiala vælferðarskipanina. Skúli og útbúgving eru millum fremstu málini hjá Folkpartiet.
Flokkurin liggur til høgru og hevur síðan 2006 verið partur av borgarligu stjórnuni.
Flokkurin fekk 28 av 349 plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Moderata samlingspartiet
Í dagligari talu Modernaterna, er størsti borgarligi flokkurin. Síðan 2003 undir leiðslu av Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra. Er positivir fyri privatum alternativum til ein almennan skúla og tænastur.
”Fyritøkur, kapping og frítt val útjavna mannamun og lata upp fyri einum samfelagi, sum byggir á felagsskap og solidaritet”. Seinastu árini hevur hann fríggjað dúgliga til javnaðarveljararnar undir herrópinum ”Nýggi arbeiðaraflokkurin”.
Síðan 2006 hevur flokkurin verið leiðandi í borgarligu Reinfeldt-samgonguni, ”Alliancen for Sverige”.
Flokkurin fekk 97 av 349 plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Vänsterpartiet
Flokkurin hevur sín uppruna í 1917, sum útbrótaraflokkur úr Socialdemokraterna. Leiðari floksins er Lars Ohly. Líka til múrurin fall rópti flokkurin seg kommunistiskan, men síðan hevur hann verið forsprákari fyri einum reformistiskum politikki við sosialismu og feminismu sum fremstu mál.
Seinastu 90 árini hevur undirtøkan hjá flokkinum ligið um 6 prosent, og flokkurin hevur fleiri ferðir verið stuðulsflokkur hjá Socialdemokratarna.
Flokkurin fekk 22 av 349 plássum í Ríkisdegnum við síðsta val.
--
Sverigedemokraterna
Hevur røtur í racistiska felagsskapinum Bevar Sverige Svensk, sum eisini hevur samband við nýnazistiska umhvørvið. Undir leiðslu av Jimmie Åkesson hevur hann síðan 2005 gjørt sítt ítasta til tess at sleppa undan nazistisku fortíðini. Hetta eyðnaðist partvíst, tá flokkurin varð vigaður og góðtikin sum ”stovureinur” av donsku fyrimyndini, Dansk Folkeparti.
Fremsta málið er ein herðing av útlendingapolitikkinum og flokkurin verður ofta róptur ódemokratiskur og racistiskur.
Sverigedemokraterne eru ikki í Ríkisdegnum, men á kommunuvalinum í 2006 fekk hann umboð í umleið helmingin av øllum kommunum.
Flokkurin vónar at gerast vektin á vágskálini á valinum sunnudagin. Stendur til at fáa umleið 7 prosent av atkvøðunum.