Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa

Tað var í fjør, at gongdin vendi av álvara, og higartil í ár hevur tann góða gongdin hildið fram

Hetta síðsta árið er fólkatalið í Føroyum hækkað 531 fólk.

 

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum og sostatt búgva tað nú 48.795 fólk í Føroyum.

 

Annars hevur gongdin hesi seinastu 10 árini verið tann, at fólkatalið er støðugt minkað, men í fjør kom rættilig vend í, og higartil í ár hevur hendan gongdin hildið sær.

 

Orsøkin til tað er serliga, at fráflyting er vend til eina tilflyting, samstundis sum at tað framvegis verða fødd nógv børn.

 

Frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár er fólkatalið vaksið við 531. Hetta er eitt úrslit av einum burðaravlopi á 231 og eini nettotilflyting til Føroya á 300 fólk.

 

Tey øki í Føroyum, sum serliga hava havt gagn av fólkavøkstrinum, eru høvuðstaðarøkið, Eysturoy og Norðoyggjar, men fólkatalið í Vága, Sandoyar og Suðuroyar sýslu stendur í stað.

 

Hagstovan vísir á, at tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum er serliga at finna í flytingini millum Føroyar og útlond.

 

Síðstu nógvu árini hevur verið munandi størri flyting úr Føroyum enn til Føroya. Men fráflytingin úr Føroyum minkaði nógv frá 2013 til 2014 og minkingin heldur fram í ár og samstundis er tilflytingin eisini veksandi.

 

Serliga er fráflytingin í august minkað.  Tað hevur annars verið tann stóru fráflytingarmánaðin við tað, at ungfólk fóru av landinum at lesa.