Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Ja, so avgjørt. Havi hóast alt so mikið av áliti á politikararnar, at teir skilja, at hetta er alneyðugt og ikki ein útreiðsla, men ein íløga.
Tað sigur Dagfinn Olsen í Vági.
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Suðuroyartunnilin hevur alla tíðina verið partur av einari størri samferðsluætlan, har til dømis Sandoyartunnilin longu er veruleiki. Uttan Suðuroyartunnil gevur nógv av tí, ið er gjørt, ikki meining.
Dagfinn Olsen heldur tað ikki vera rætt at siga, at nú fáa suðuroyingar ein tunnil.
- Nei, tað eru allir føroyingar, sum fáa ein tunnil – júst, sum við øllum øðrum tunlum. Og júst Suðuroyartunnilin er altavgerandi, um Suðuroyggin ikki skal doyggja út.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?
- Ja! er stutta svarið hjá Dagfinni Olsen.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- Eg eri tilflytari og havi bara upplivað, at fólkatalið í Suðuroynni minkar í stórum og er helst tað lægsta nú í eini 100 ár.
Hann ásannar, at Suðuroyggin er illa fyri viðvíkjandi ferðasambandi, tí sambandið er sera óstøðugt, og tað kann eingin liva við.
Og Dagfinn leggur aftrat:
- Sjálvur havi eg í trý ár á rað sum lærari ætlað mær við einum flokki til Havnar í januar, tá eitt afturvendandi tiltak er í Havn. Men, vit eru enn ikki sloppin vegna vánaligt ferðasamband og veður. Hetta sigur eitt sindur.
Hann sigur seg stúra fyri, at verður Suðuroyartunnilin ikki samtyktur, væntar hann, at sera fá fólk búgva í Suðuroynni um eini 10-20 ár.
- Og tá meini eg nøkur hundrað. So, tunnilin er neyðugur! sigur Dagfinn Olsen.
Lesið eisini -
Uttan projektering tosa vit í blindum - https://www.in.fo/news-detail/uttan-projektering-tosa-vit-i-blindum-um-tunnilin











