Ísland hevur aldrin skotið fleiri mál í einum EM-endaspæli

Íslendingar skutu næstan 300 mál í hesum EM-endaspælinum

Ísland endaði á einum heiðurligum fjórða plássi í EM-endaspælinum, ið var lokið farna sunnudag.

 

Íslendingar iðra seg um, at teir ikki megnaðu at vinna eitt heiðursmerkið á hesum sinni. 

 

Íslendingar kunnu tó gleðast um, at teir ongantíð áður hava skotið so nógv mál í einum EM-endaspæli. Hesaferð skutu íslendingar 296 mál, ið er tað mesta nakrantíð í einum EM-endaspæli. 

 

Íslendingar skutu í níggju EM-dystum í meðal 32,9 mál, ið eisini er tað mesta nakrantíð í einum EM-endaspæli.

 

Her eru tølini hjá Íslandi fyri EM-endaspølini í hesari øldini:

 

Ár (og tal av dystum)Skotin mál:Miðaltal:
2000 (6)14724,5
2002 (8)22127,6
2004 (3)8729,0
2006 (6)19031,7
2008 (6)15726,1
2010 (8)24931,1
2012 (6)17729,5
2014 (7)19928,4
2016 (3)9230,7
2018 (3)7424,7
2020 (7)19427,7
2022 (8)23028,7
2024 (7)20028,6
2026 (9)29632,9
Samanlagt2513179,5 (28,9)

 

Kelda: handbolti.is