Fólkatingslimir undirdíktir í boðum: – Gevist nú at drepa grind

– Gevist vinarliga at undirdíkja okkara innbakka, sigur Anders Kronborg, sum er limur í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum

Føroyanevndin í Fólkatinginum verður í løtuni bombarderað við einsljóðandi teldupostum um grindadráp í Føroyum.

 

– Í 21. øld er eingin gyldigur umskyldningur fyri at rættvísgera, at slíkir ræðuleikar kunnu fara fram, skriva aktivistarnir til fólkatingslimirnar í Føroyanevndini.

 

Anders Kronborg, fólkatingslimur fyri Socialdemokratiet, heldur hetta vera í so nógv av tí góða.

 

– Eg hugsi, vit øll hava lisið tað einsljóðandi innihaldið, so gevist vinarliga at undirdíkja okkara innbakka, skrivar Anders Kronborg á Twitter.

 

Anna Falkenberg, sum er forkvinna í Føroyanevndini, váttar tað sama og sigur:

 

– Vit hava fingið 500-600 mails frá ymiskum persónum. Innihaldið mailinum er akkurát tað sama, sigur hon.

 

Vónin hjá avsendaranum er, at Føroyanevndin kann hjálpa at leggja trýst á Føroyar fyri at steðga grindadrápinum.

 

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Føroyanevndin og danskir politikarar sleppa at hoyra fyri grindadráp í Føroyum. Fleiri ferðir fyrr hava aktivistar spammað innbakkarnar hjá politikarum við vón um at ávirka teir til at steðga grindadrápi. 

 

Teldupostarnir, sum Føroyanevndin fær nú, síggja soleiðis út:

 

##med2##

 

##med3##

 

Um hetta hevur samband við, at Paul Watson nú er handtikin í Nuuk, og danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um hann skal útflýggjast til Japan, vita vit ikki.