Í gjár skrivaði løgmaður út løgtingsval at vera 26. mars. Nú skulu føroyingar eisini á fólkatingsval. Mette Frederksen hevur júst skrivað út fólkatigsval at vera týsdagin 24. mars.
– Um vit fáa møguleikan at skipa stjórn aftur, so eru nøkur viðurskifti, sum eru púra vís. Danmark skal framhaldandi brynja seg og vera við til at verja Evropa móti russisku krígsmaskinuni eystanífrá og hóttanum vestanífrá.
– Trygdarpolitikkur er og verður grundarlagið undir donskum politikki næstu mongu árini.
– Tað sama er strangi tilflytarapolitikkurin, segði Mette Frederiksen millum annað.
Hon leggur upp til ein ognarskatt fyri tey ríkastu.
Og hon helt fram:
– Kann talan vera um stjórn tvørtur um politisku miðjuna aftur? Ja.
– Kann talan vera um eina stjórn við einum luttøku frá vinstru síðu av fólkatinginum? Ja, um tað annars ber til at virka og samstarva breitt.
– Eg útiloki ikki nakað frammanundan. Tí í tíðini, vit liva í, fari eg at halda meg frá at seta endalig krøv, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og forkvinna í danska Javnaðarflokkinum.










