Fríggjadagin 20. februar var hátíðarhald í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Ove Berg Jacobsen fekk handað Kongens Fortjenstmedalje fyri 40-ára trúgva tænastu í Sjúkraflutningstænastuni.
- Í fleiri enn 40 ár hevur hann verið har, tá tørvurin var størstur. Í regni og kava, nátt sum dag – altíð klárur at hjálpa. Tað er ikki bara eitt starv. Tað er eitt kall.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum.
- Sjúkraflutningstænastan er tryggleikin, vit líta á, tá lívið er viðbrekið. Og í mong ár hevur Ove verið ein partur av júst tí tryggleikanum. Eitt kent andlit, ein rólig rødd, ein hjálpandi hond.
Og síðan verður lagt aftrat á Facebook-vanganum:
- Takk, Ove, fyri títt stóra hjarta og títt trúfesti. Hjartaliga tillukku við heiðrinum – tú hevur uppiborið hann.
##med2##











