Mette Frederiksen útilokar einki stjórnarsamstarv

Mette Frederiksen útilokar ikki nakrar stjórnarsamstarv frammanundan, sigur hon eftir hon fyri løtu síðani skrivaði út fólkatingsval at vera 24. mars – tveir dagar undan løgtingsvalinum, sum løgmaður skrivaði út í gjár

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, møtti í Fólkatingssallinum í dag, og tað var ein serlig orsøk til tað. - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Tað kom ikki heilt óvæntað, at Mette Frederiksen hevur útskrivað fólkatingsval í dag.

Valsøgurnar á Christiansborg hava gingið leingi, og valið skuldi vera í seinasta lagi í øllum førum 1. november í ár.

Mette Frederiksen hevur verið forsætisráðfrú síðani 2019. Fyrst í reinari javnaðarstjórn og síðani valið í 2022 sum stjórnarleiðari í SVM-stjórnini.

– Tað verður nú upp til tykkum veljarar at gera av, hvønn veg Danmark skal ganga næstu fýra árini, og tað gleði eg meg til, sigur hon millum annað.

Mette Frederiksen útilokar ikki nakað stjórnarsamstarv frammanundan, sigur hon eftir valfráboðanina.

– Kann talan vera um stjórn tvørtur um politisku miðjuna aftur? Ja. Kann talan vera um stjórn, sum byggir á vinstru síðu á fólkatinginum? Ja, um tað eisini ber til at stýra og samstarva breitt.

– Eg útiloki ikki nakað frammanundan. Tí við teimum tíðum, vit liva í, fari eg at halda meg frá at seta endalig krøv, sigur hon.

Í skrivandi stund eru tvey valevni til forsætisráðharra. Talan er um Mette Frederiksen og formannin í Borgaraflokkinum, Lars Boje Mathiesen. Hinvegin fer eingin frá hinum borgarligu flokkunum at peika.

Fleiri reyðir flokkar peika bert á Mette Frederiksen, um hon lýkur eina røð av krøvum, sum eru ymisk frá flokki til flokk.

SF, sum sera gjarna vil vera við í stjórnini, hevur eitt krav - tó ikki eitt ultimativt krav - um, at dýri biðidagur skal koma aftur.

Almenni frídagurin varð tikin av eftir valið í 2022 av SVM-stjórnini. SF hevur eisini boðað frá, at stjórnin fer at hava "reyða linju". Flokkurin verður ikki í stjórn saman við Vinstra og Konservativu.

Bláir flokkar sum Liberal Alliance, Danmarksdemokraterne, Konservativi og Dansk Folkeparti hava eisini talað fyri at seta ein dýra biðidag í gildi aftur.

Eindarlistin vísir bara á ein samráðingarleiðara, sum bindur seg til eina reyða stjórn, um reyði blokkurin fær meiriluta.

Tey Konservativu og Danski Fólkaflokkurin vísa á formannin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, sum sjálvsagda valið til forsætisráðharravalevni hjá borgarligu flokkunum.

Men Troels Lund Poulsen er ikki komin inn í dystin sum valevni. Í øllum førum í skrivandi stund.

Formaðurin í Vinstra hevur tó fleiri ferðir sagt, at dreymur hansara og mál er at skipa eina bláa stjórn, "um bláur meiriluti er" eftir næsta fólkatingsval.

 

/Ritzau/

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, møtti í Fólkatingssallinum í dag, og tað var ein serlig orsøk til tað. - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix