FÓLKATINGSVALIÐ

Góðu tit, stóra takk fyri tær 434 persónligu atkvøðurnar í gjár! Hetta var fyrstu ferð, eg stillaði upp, og at so nógvar fullu í mín part, ja, tað eri eg sera takksamur fyri og glaður um.

 

Valið sjálvt var ikki gott fyri flokkin - tað er so heilt vist!

 

Eitt sera margháttligt val, og vónandi fer fólkið at velja øðrvísi í morgin. Eg ynski Sjúrði og Onnu hjartaliga til lukku við ótrúliga úrslitinum.

 

Góðu veljarar, tað er í morgin, at tað stóra slagið stendur. Veljið ein sterkan og stóran Fólkaflokk á Føroya løgting!

 

 

 

x við A

 

X við Bárð á Lakjuni