Fólkið í Hesti fekk eitt skot fyri bógvin

Hestur kann fáa alla tunnissemjuna at detta niðurfyri

Ynskini hjá fólki í Hesti og Útoyggjfelagnum at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

 

Tað skilst, nú Eivin Jacobsen, fransøgumaður hjá Sambandsflokkinum, hevur sagt sína hugsan á Løgtingið, nú nógv umrødda tunnilssemjan um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, eru til viðgerðar.

 

Eivin Jacobsen ávaraði ímóti at taka Hest upp í kjakið um undirsjóvartunlarnar nú.

 

- Fara vit nú um at tosa um at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin, kann avleiðingin vera, at øll tann politiska semjan dettur niðurfyri, sigur hann.

 

Tí er tað hansara meting, at tað framvegis fer at vera Strandferðslan, sum fer at røkja ferðasambandið út í Hest.

 

Men hann sær fyri sær, at tað verður neyvan eitt skip, sum Teistin, sum fer at sigla. Men fyri tað er ikki sagt, at talan ikki fer at vera um eitt gott, trygt samband, leggur hann afturat.

 

Jenis av Rana heldur, at vit noyðast at taka Hest við í Kjaki og hann heldur, at vit eiga at umhugsa at knýta Hest upp í.

 

Royndir úr Noregi vísa, at verður farið uttan um smáar oyggjar, er tað tann vissi deyði og tað verður eisini lagnan hjá Hesti.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, talskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur fingið upplýst, at eitt tunnil í Hest, kostar 300 milliónir.

 

Men hon hevur onga meining um, antin Hestur skal knýtast upp í tunnilin, ella hvussu ferðasambandið skal skipast.