Ein útlendingur, sum elvdi rok í Eysturoy leygarnáttina, er nú varðhaldsfongslaður í tvær vikur.
Tað var við eitt skeinkistað, at ófriður stóðst av nøkrum útlendingum og tað endaði við, at ein teirra sló ein føroying í andlitið.
Føroyingurin fór á Landssjúkrahúsið, men fekk ikki nevnivert av skaða.
Men útlendingurin varð handtikin og skuldsettur fyri harðskap og síðani varð hann settur í varðhald.
Í gjár varð hann so førdur fyri rættin og har varð hann varðhaldsfongslaður í tvær vikur og hesa tíðina skal løgreglan fáa greiði á málinum, avhoyra vitni og fyrireika eitt rættarmál.
Endamálið er sostatt at fáa málið avgreitt, áðrenn tær tvær vikurnar eru farnar.
Les eisini: Rok í Eysturoy av útlendingum
Løgreglan segði í gjár, at væntandi fara tey at biðja útlendingastýri vísa manninum av landinum og geva honum forboð fyri at koma aftur til Føroya í eina ávísa tíð.