Hóskvøldið var eitt av høvuðsnøvnunum Byrta, har annar av duo’ini er Janus Rasmussen.
- Tað gekk ordiliga væl. Ella so væl, sum tað nú einaferð kann. Vit høvdu gjørt nógv burturúr, har vit m.a. høvdu biðið Heiðrik á Heygum og Inga Jønsson um at hjálpa okkum við palli og klæðum, sigur Janus.
- Sjálvur var eg í gulljakka og 70ara tennisklæðum, meðan Guðrið var í pelsi og gullgkæðum. Haldi sjálvur, at tað var mega kul, sigur langhærdi havnamaðurin og fortelur víðari, at hatta einans var teirra onnur konsert nakrantíð.
Beiggi Janus, Sámal, og vinmaðurin William eru komnir til Gøtu í dag.
- Vit eru ov gamlir at vera her alt vikuskiftið, so eg má noyðast við dagin í dag, sigur William.
- Men tað eru nøkur nøvn, sum eg alvorliga gjarna hevði viljað hoyrt, sum hava spælt. Tað er eitt nú Hamferð. Og Byrta sjálvsagt, sigur Sámal flennandi.
Í kvøld verður nógv gott at hoyra sambært teimum trimum.
- Veit ikki, hvar eg skal byrja. Sakaris verður feitt. Og Lover Lover. Sjálvsagt eisini Ásgeir og Nephew, sigur Janus, sum býr í Íslandi og tí hevur hoyrt nógv til Ásgeir.
Spurdir um teirra bestu G! uppliving, eru teir ógvuliga samdir.
- Vit hava júst tosað um tað, og okkara felagsniðurstøða er íslendsku Hjálmar, sum splældu á reggae spæliplássinum í 2006. Tað var heilt ótrúlgia fantastiskt, sigur Janus.
- Kanska var tað so gott, tí man forvæntar ikki akkurát nakað serligt, tá man fer at lurta eftir ókendum íslendskum reggae, sigur William at enda.