Tíðindaskriv frá Heilsustýrinum:
Tað vísir nýggj hugburðskanning hjá Heilsustýrinum. Kortini haltar hjá føroyingum at røkka málsetningunum hjá WHO um barnakoppseting.
Frágreiðing hjá Landslæknanum í 2024 staðfesti, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum er minkandi í Føroyum. Vit megna tí ikki at liva upp til málsetningin hjá heimsheilsustovninum, WHO, um, at í minsta lagi 95 % av børnunum skulu hava viðmældu koppsetingarnar fyri at røkka floksimmuniteti. Koppseting er munadygg sjúkufyribyrging, og barnakoppseting hevur havt avgerandi týdning fyri fólkaheilsuna kring heimin, tí hon verjir einstaklingin og minkar samstundis um smittubreiðsluna av álvarsligum sjúkum. Tí eigur skeiva gongdin í Føroyum at verða tikin í álvara.
Um átøk skulu gerast fyri at betra um undirtøkuna, er neyðugt at skilja, hvørji viðurskifti ávirka avgerðina hjá foreldrum um, hvørt barnið skal koppsetast ella ikki. Tí gjørdi Heilsustýrið í vár eina kanning, sum hevði til endamáls at greina hugburðin hjá foreldrum í Føroyum til barnakoppseting.
Kanningarúrslit
Allir føroyingar, sum áttu børn undir 6 ár, fingu innbjóðing um at luttaka í kanningini, sum var gjørd í Vanganum. 2.826 foreldur, svarandi til 53,8 %, svaraðu kanningini, harav vóru 66 % kvinnur og 34 % menn. Foreldrini vórðu biðin at svara, hvussu samd ella ósamd tey vóru í eini røð av útsagnum um koppsetingarvilja.
Yvirskipað vísa úrslitini, at koppsetingarviljin er høgur í øllum økjum í Føroyum. Kanningin vísir, at kyn og útbúgvingarstig hava ávirkan á koppsetingarvilja við tað, at kvinnur og hægri útbúgvingarstigi vísa á størri vilja. Aldurin á foreldrunum spælir eisini í ávísan mun ein leiklut, tí tess eldri foreldrini eru, tess størri er viljin at koppseta børnini.
Knapt 90 % av foreldrunum meta barnakoppsetingar vera ein felags ábyrgd við endamálinum at steðga smittubreiðslu. Harumframt siga knapt 80 % av foreldrunum seg vera sannførd um, at viðkomandi myndugleikar einans loyva effektivum og tryggum barnakoppsetingum. Verður hugt at forðingum, so meta bert 4 % av foreldrunum, at tað er so tvørligt at fáa koppsetingar, at barnið ikki fær allar koppsetingarnar.
Úrslitini frá hugburðskanningini líkjast nógv teimum í samsvarandi danskari kanning frá 2022. Prosentparturin av árgangunum eftir 2019, sum eru liðugt koppsett, er tó munandi minni í Føroyum enn í Danmark. Ein møgulig frágreiðing kann vera, at ein áminningarskipan hevur virkað í Danmark síðan 2014, soleiðis at foreldur fáa eina áminning sendandi, tá barnið eigur at fáa eina viðmælda koppseting. Henda skipanin hevur víst seg at hava sera góða ávirkan á, hvussu stórur prosentpartur av børnum verða koppsett rættstundis í Danmark. Ein slík skipan er á gáttini til at verða sett í verk í Føroyum eisini.
Hugburðskanningin staðfestir ikki, hví undirtøkan fyri barnakoppsetingum er fallandi. Kanningin vísir, at foreldur sum heild eru ógvuliga positiv um viðurskifti viðvíkjandi barnakoppseting, og at tey hava álit á myndugleikunum á økinum. Hugsandi er sjálvsagt, at tey, sum eru meira ivandi, ikki hava tikið lut í kanningini. Kanningin gevur kortini ábendingar um hugburðin hjá foreldrum í Føroyum í dag, og úrslitini fara at verða brúkt sum grundarlag fyri teimum átøkum, Heilsustýrið fer at seta í gongd við tí endamáli, at allar barnakoppsetingarnar fara at røkka málsetninginum hjá WHO.
Ein frágreiðing við nøkrum av kanningarúrslitunum er tøk her.










