Nú tvey ár eftir, at Lakkering flutti í nýggj og nútímans hølir á Hjalla 34, hevur gongdin verið sera góð, sigur Ásgrímur Dahl, stjóri í fyritøkuni.
Nógvir skaðar eru at umvæla, og eisini eru nógvar lakkeringar, har allur bilurin verður lakkeraður. Hetta er ofta í sambandi við stormskaðar.
- Vit gera millum 20 og 30 skaðar um vikuna. Hetta letur seg gera, tí verkstaðurin er innrættaður til endamálið. Arbeiðsgongdirnar eru lættar og smidligar. Nýggju hølini eru skræddaraseymað til at loysa uppgávurna á einum plátu- og lakkverkstaði.
Bygningurin er nærum 1.000 fermetrar til støddar.
Tilsamans 13 starvsfólk eru í fyritøkuni við Ásgrími Dahl sum stjóra og Tóta Kristjánsson sum verkstaðsleiðara.
- Endamál við virkseminum hjá okkum er at bjóða bileigarum í Føroyum at fáa síni akfør umvæld á einum professionellum plátu- og lakkverkstaði við dugnaligum starvsfólkum og bestu arbeiðsumstøðum, soleiðis at vit altíð veita okkara kundum tey bestu avrikini.
Plátu- og lakkverkstaðurin ger umvælingar av øllum bilmerkjum, bæði persónbilum og vørubilum. Eisini er verkstaðurin útgjørdur til skaðaumvæling av el-bilum.
Lakkering leggur seg eftir at fylgja øllum krøvum, sum altjóða bilverkstaðir seta til plátu-og lakkverkstøð, og fyritøkan bjóðar øllum føroyskum bileigarum eina skjóta og professionella tænastu, tá bilurin hevur fingið skaða og skal umvælast.
Felagið hevur heimasíðuna www.lakkering.fo, har bileigarar lætt og ómakaleyst kunnu boða frá skaða og talgilt kunnu bíleggja tíð til sýn og umvæling.
- Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum á tlf. 725 725 ella lakkering@lakkering.fo. Vit sýna skaðan og geva eitt óbindandi tilboð, sigur Ásgrímur Dahl, stjóri í Lakkering á Hjalla 34 í Hoyvík at enda.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














