Forkoma Páll og Gerhard samgonguni - forkoma teir eisini tunlinum til Sandoynna

Tá CHE samgongan var skipað í februar í ár, var hetta við høgum málum og við bjørtum vónum

Høgum málum og bjørtum vónum um at útbyggja, menna og gera íløgur í allar tættir í einum framkomnum og fjølbroyttum samfelag.

Høgum málum um at flyta politiska fokus frá skattalætta til tey sum eru vælbjargað, til at bøta um livikorini hjá sosialt veikastu borgarunum í samfelagnum.

Høgum málum um at nú var liðugt at tosa um útbúgving og gransking, til at handla og satsa fíggjarorku uppá at útbúgva fólk okkara og veruliga at seta ferð á gransking í Føroyum, m.a. við at seta eitt altjóða universitet á stovn.

Høgum málum um at broyta kós á manglandi mentanar politikkinum, til nú at nýta pening til mentan og list, og síggja tað sum ein neyðug íløgu í framtíð okkara.

Men hendan samgongan setti sær eisini høg mál á samferðsluøkinum, tunlar og vegir um alt landið. Samgongan er mitt í eini tilgongd um hvussu alt hetta skal kunna bera til, men tingmenninir úr Sandoynni hótta og trampa í gólvið, rópa og garta um hvat skal vera fyrst. Tað kundu vit øll gjørt, vit hava øll okkara serynski, men trúgvi ikki vit komu nærri eini loysn tann vegin. Einasti vegur er at gera hetta í felag.

So mín niðurstøða er greið, forkoma Páll og Gerhard samgonguni, forkoma teir eisini tunlinum til Sandoynna á hesum sinni. Kunna sandoyingar liva við tí? Kunna Páll og Gerhard liva við tí?