Fríggjadagin hin 5. juni letur upp ein heilt óvanlig framsýning í Gamla skúla í Leirvík. Hetta er um framsýning, sum tekur støðið í tí útgrevstrinum, sum fór fram á Toftanesi í Leirvík summrini 1982 til 1987.
- Í samband við henda útgrevstur vórðu umleið 3000 lutir funnir, og onkrir teirra verða nú vístir fram, siga tey í Eysturkommunu í dag.
At hesir lutir verða at síggja uttan fyri Havnina er heilt serligt.
- Hóast fornfrøðiligir lutir verða funnir kring alt landið - og í hesum føri í Leirvík - verða teir aloftast lagdir á goymslu, ella um talan er um ein heilt serligan lut, vístir fram á Tjóðsavninum.
Soleiðis er tað fyrstu ferð, at fleiri av hesum lutum eru aftur í Leirvík eftir 40 árum - og fyrstu ferð, at fleiri av hesum lutum nakrantíð verða vístir fram.
- Útgrevsturin avdúkaði ein bóndagarð, eitt langhús frá umleið ár 900 við trimum úthúsum, og hetta sæst enn í lendinum, um tú vitjar toftirnar á Toftanesi.
Fríggjadagin klokkan 15 verður setan av framsýningini, har eitt nú røður verða hildnar og gott til góman verður at fáa.
- Eisini verður serskilt høvi hetta vikuskiftið at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, sum varð funnin á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, og hon er úr bronsu, gjørd í Borre-sniði.
Tað er gullsmiður, Ghita Ring - Gitastova.fo - sum hevur gjørt eftirgerðina.
Í samband við, at framsýningin letur upp, verður skipað fyri ókeypis familjudøgum aftur í víkingatíð.
- Her koma víkingar at skipa fyri aktivitetum og spølum, sum kunnu setast í samband við framsýningina. Harumframt verður skipað fyri gongutúrum oman á Toftanes saman við heimildarfólki.
Opið verður:
Fríggjadagin: Kl. 15-20
Leygardagin: Kl. 10-17
Sunnudagin: Kl. 13-17
- Framsýningin heldur fram alt summarið, og hon verður opin hvørt vikuskifti frá 5. juni til og við 27. september og opið verður soleiðis:
Leygardagar: Kl. 10-17
Sunnudagar: Kl. 13-17
- Tað er ókeypis at vitja framsýningina, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Eysturkommunu í dag.
##med2##












