Á jóansøku verður forkunnug myndaframsýning í Stóra Pakkhúsi. Talan er um myndir frá Seinna Heimsbardaga, sum bretski hermaðurin Ronald Gordon Bailey, hevur tikið. Ronald Gordon Bailey varð í tænastu hjá RAF m.a. í Vági undir Seinna Heimsbardaga.
Myndirnar hevur Vágs Sóknar Bygdasavn fingið frá soninum Neil Bailey, sum eisini vitjar í Vági á jóansøku og kemur eisini at vitja framsýningina í Stóra Pakkhúsi.
Hesar myndirnar hava ikki verið á framsýningin fyri, so talan er um eina sera forkunnuga framsýning í Stóra Pakkhúsi.










