FSF FORMANSSKIFTI
Tá Torleif Sigurðsson leygardagin legði frá sær sum formaður í Fótbóltssambandinum, varð Dánial Andreasen í Leirvík valdur til formann. Tað ljóðaði, at arbeitt varð við at stilla onnur valevni upp, men eingin bjóðaði seg fram, og so var talan ikki um val. Tískil fekst ikki at vita leygardagin, hvussu nógvar av teimum 22 atkvøðunum, nýggi formaðurin hevði fingið.
Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979, og Dánial Andreasen er triði FSF formaðurin. Hinir báðir hava verið úr Klaksvík. Undan Torleifi Sigurðsson var Christian Olsen formaður.
Gjógvin og persónarnir
Síðani tað varð greitt, at Dánial Andreasen skuldi verða nýggjur FSF formaður, hevur hann fleiri ferðir sagt í útvarpinum, at viðurskiftini millum FSF leiðsluna og feløgini ikki eru nóg góð. Hann hevur sagt, at tey eru ikki nóg góð politiskt og fyrisitingarliga.
Formaðurin hevur politisku ábyrgdina, og aðalskrivarin hevur fyrisitingarligu ábyrgdina. Men nýggi formaðurin sigur seg á ongan hátt hava viljað lagt fráfarandi formannin undir at vera orsøkin til at politisku viðurskiftini ikki eru nóg góð. Tað má so við øðrum orðum siga, at tað eru onnur viðurskifti, sum nýggi formaðurin hevur sipað til, og tá er skjótt at hugsa um vánaliga gongulagið, sum síðsta kappingarár var millum feløgini og kappingarnevndina.
Tá Dánial Andreasen hevur verið spurdur um, hvussu viðurskiftini skulu betrast, hevur hann svarað tað, sum aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, um ársskiftið hevði frammi í grein í bløðunum. FSF aðalskrivarin segði ikki, at viðurskiftini ikki vóru góð, men hann helt í staðin, at tað eigur at bera til at gera viðurskiftini uppaftur tættari. Í tí sambandinum vísti hann m. a. á, at tað hevði verið rætt og gagnligt, um regluligir fundir vóru millum formenninar í feløgunum og FSF. Hetta hevur Dánial Andreasen tikið uppaftur fleiri ferðir, síðani tað varð greitt, at hann skuldi verða nýggjur FSF formaður.
Á samkomuni, sum eftir FSF aðalfundin var í Norðurlandahúsinum, takkaði Ísak Mikladal Torleifi Sigurðsson fyri gott samstarv. Samstundis ynskti hann Dániali Andreasen tillukku við formansstarvinum og segði seg vóna, at samstarvið teirra millum fer at verða gott. Tað er nóg mikið at takast við.
Kontantur
Dánial Andreasen er ikki nakar ársungi í FSF. Hann hevur verið nevndarlimur í fimtan ár, og í tólv av árunum hevur hann verið kappingarstjóri í ovastu mannfólkadeildunum.
Dánial fær tað skoðsmálið, at hann og fráfarandi formaðurin, Torleif Sigurðsson, hava havt ymiskar mátar at arbeiða uppá. Har, sum Torleif hevur verið tolin og ofta hevur bíðað leingi at taka endaliga støðu, hevur Dánial ofta verið skjótur at taka støðu, sum hann hevur grundgivið fyri. Feløgunum søgdust dáma væl, at tey altíð vitstu, hvar tey høvdu kappingarstjóran.
Nú er royndi FSF nevndarlimurin vorðin formaður. Uppgávurnar verða øðrvísi, enn tær hava verið, og tað veit hann væl.
Fyrsta takið verður at skipa nýggju nevndina. Tá tað er gjørt verður farið til verka. Og skal tað eyndast væl, so er týdningarmikið, at politiska og umsitingarliga leiðslan draga somu línu.