Kringvarpið hevði fyri lítlari løtu síðani eina forsøgn, ið var bygd á 46 valstøð.
Samanumtikið kann sigast, at meðan Fólkaflokkurin hevur rættiliga stóra framgongd, so hava samgonguflokkarnir afturgongd.
Sambært forsøgnini fær Fólkaflokkurin 23,8% av atkvøðunum, ið er ein framgongd á 5,7%. Sambandsflokkurin hevur lítla framgongd - 0,9% - og fær 18,8% av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin gongur nakað aftur, flokkurin fær 19,2%, ið er ein afturgongd á 3,4%.
Sjálvstýri fær 3,3%, ein afturgongd á 0,4%, meðan Tjóðveldi gongur 3% aftur og fær 18,4%.
Framsókn fær 9,2%, ið er ein afturgongd á 1,7%, meðan seinasti andstøðuflokkurin, Miðflokkurin, fær 5,6%, og gongur tí 0,4% fram.
Framtakið og Føroyaflokkurin fáa ávíkavist 0,8% og 1% sambært forsøgnini.