Tað er kvinnublaðið Kvinna, sum skipar fyri forkunnungu konsertini, har tær tríggjar songkvinnurnar fyrstu ferð eru á palli saman. Konsertin hevur fingið heitið 3 Havfruer, og síðani mars mánað hava lesarar í Føroyum havt møguleika at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá blaðnum.
Frá mánadegnum ber nú eisini til hjá lesarum uttanlanda at keypa atgongumerki á donsku heimasíðuni. Í hesum sambandi hevur Kvinna gjørt ein bannara, sum sæst ovast á síðuni. Við at klikkja á bannaran, kemur nýggja heimasíðan www.3havfruer.dk fram, sum Kvinna hevur gjørt til konsertina. Á nýggju heimasíðuni fæst alt at vita um sjálva konsertina, umframt at til ber at hoyra brot úr tónleikinum, sum verður á skránni. Bæði orkestrið og tónleikaskráin á konsertini eru sett saman til júst hetta høvið. Tað er Edvard Nyholm Debes, sum er kapellmeistari í orkestrinum, sum er sett saman av føroyskum og donskum tónleikarum og kórgentum.
Í løtuni verða á leið 500 konsertplakatir hongdar upp ymsa staðni í Keypmannahavn, og mánadagin verða ikki færri enn 17.000 teldupostar sendir haldarum av tíðindatænastuni hjá www.billetnet.dk við tíðindum um konsertina.
Konsertin 3 Havfruer verður í Falkoner Centrinum í Keypmannahavn 4. juni.